ES-londini eru vorðin samd um, at samveldið skal seta tiltøk í verk ímóti Libya og landsins leiðara, Muammar Gaddafi.
Ein serfrøðinganevnd skal gera uppskot um, hvørji tiltøk eru hóskandi. Diplomatar í Bruxelles siga fyri AFP, at fleiri møguleikar eru nevndir, og teirra millum eru innferðarbann, forboð fyri vápnahandli, og so verður eisini umhugsað at leggja hald á pengar, sum Gaddafi og aðrir leiðarar í Libya eiga í bankum í ES-londum.
Fleiri túsund ES-borgarar eru framvegis í Libya, og sambært diplomatunum hevur tað ávirkan á, hvørji stig ES kann taka mótvegis libyska stýrinum. Tað kann hugsast, at tiltøkini hjá ES kunnu fáa libysku myndugleikarnar at forða ES-borgarum av fara av landinum.
Á uttanríkisráðharrafundinum hjá ES mánadagin kom fram, at Frakland og Týskland vilja hava strong tiltøk ímóti Libya og Gaddafi-stýrinum, men at londini við Miðjarðarhavið og serstakliga Italia og Malta mæla til varsemi, tí tey bera ítta fyri einum flóttafólkastreymi um Miðjarðarhavið, fer ES ov harðliga fram.