Johan Dahl, løgtingsmaður
??????????????????
Tað hevur verið við ávísum millumbilum tosað aftur og fram um fyrimunir og vansar við ES og møguligum framtíðar limaskapi fyri Føroyar og í hvørjum líki hesin so kemur at verða.
Tær kanningar sum gjørdar eru hvørt vit vilja verða partur av hesum felagskapi ella ikki, hvat víst at meirilutin av føroyingum ikki ynskir limaskap í ES - í hvussu so er ikki enn.
Kundi hugsað mær, at ein av orsøkunum til at flestu føringar siga nei, ivaleyst er grundað á manglandi vitan um ES og so tann ræðumyndin, sum verður sett fram, at vit verða nærmast etnir av hesum øgiliga bureaukratii og fáa lítla og onga ávirkan framhaldandi á okkara heimligu viðurskifti, tað verið seg tey politisku, fíggjarligu, vinnuligu og sosialu.
Hin, og ivaleyst tann størta orsøkin er, at okkara fiskivinnupolitikkur als ikki er í trá við ES fiskivinnupolitikkin, men tað sær út til, at fleiri ES lond m.a. Bretland og Danmark eru við fáa eyguni upp fyri hesum alt vaksandi trupul-leika fyri teirra fiskivinnu bæði á sjógvi og landið og koma at krevja broytingar, eins og Noreg og Ísland, um tey skulu gerast limir koma at seta krøv hesum viðvíkjandi um tey skulu innimast í samveldið.
Okkara útflutningur - hvar fer hann?
Stórt sæð allur okkara útflutningur - 95% av fiskavørum fer til ES - tvs. ES er okkara størsti avtakaramarknaður og er harvið eisini við til at ávirka okkara samfelag meir enn vit dagliga geva okum far um.
Við teimum londum sum nú eru løgd afturat ES samveldinum so eru uml. 500 milliónir ES borgarar - vit eru 48000 borgarar í Føroyum og áttu tíkil at kunna livað sera væl av at gagnnýtt hendan marknað um rætt verður fram farið.
ES- veterinærlóggávan galdandi í Føroyum
ES veterinærlóggávan hevur verið galdandi í Føroyum síðan febr. 2001 og ger hendan tað, at føroyskir fiskaúrdráttir tá teir eru farnir um góðkenda landingarstøð eru at kalla í ES heimamarknaðinum.
Sama ger seg galdandi við 3. lands vørum, sum tá tær hava verið yvir sokallaða BIP støð eisini eru at betrakta sum verðandi í ES.
Ein kann so tosa við og ímóti, um hendan avtalan er tann besta fyri okum ella ikki - tað veldst um eygað, ið sær.
Vit kunnu ikki renna undan veruleikanum, tað hava vit sæð hesar seinastu dagarnar viðvíkjandi okkara útlfutningi av laksi, har ES ætlar at áleggja revsitoll í 200 dagar ? vit eru smáir og sera sárbærir.
Fortreytirnar í samvinnu okkara við útheimin broytast støðugt, og tær stóru búskaparligu og handilspolitisku broytingarnar í londunum rundanum okkum seta føroyskum vinnulívi nýggjar og størri avbjóðingar
Hendan gongin er partvís eitt úrslit av, at samansjóðingin i ES er víðkað, til at fevna um fleiri samfelags-øki og lond, tey fyrstu 10 londini av 25 komandi ES limalondum, eru just nú 1 mai løgd afturat
Tey lond sum ikki eru limir í ES hava fingið serligar avtalur, sum knýta tey nærri at samansjóðingini í ES.
T.d. londini í Mið og Eysturevropa hava inntil tey gerast limir gjørt samvinnuavtalur, sum bera í sær at tey koma nærri ES búskaparliga og politiskt.
Hesar avtalur er sum oftast eitt stig fram á vegnum móti ES innliman.
Noreg og Ísland - EBS avtalu við ES
Noreg og Íslands hava t.d. við teirra EBS (Evropeiska Búskaparliga Samstarvið) avtalu fingið nógv tættari samvinnu við ES á nógvun týðandi økjum og væntast kann, at báðir hesir grannar okra verða limir í ES innan heilt fá ár - ivaleyst 2-3 ár frá nú.
Okur hoyrdi fyri kortum, at Noreg nú umhugsar at lata vinnulivið í ES fáa loyvið at eiga upp til 49% av kapitalinum í fiskiskipum, hetta fyri m.a. framhaldandi at hava góð viðurskifti við ES - tó uttan at verða limir.
Hvar eru Føroyar staddar í hesum høpi?
Føroyar hava valt at verða uttan fyri meginrákið í Evropeiska samstarvinum.
Vit eru ikki við hvørki í ES, EFTA ella EBS.
Okkara viðurskifti við ES eru í staðin skipað í eini handilsavtalu og eini fiskiveiðuavtalu.
Fyri onnur øki eru ongar avtalur millum Føroyar og ES.
Av hesum eru vit blivnir eftirbátur í handilspolitisku samansjóðingini í Evropa.
Tann handilsavtalan, sum vit hava í løtuni, hevur alt ov trongar karmar viðiv samskifti við ES og møguleikarnir fyri gagniligari marknaðartilgongd í galdandi avtalu eru avmarkaðir og ivaleyst fulltroyttir og hon kemur ikki í longdini at nøkta tørvin hjá vinnuni.
Tað er tó at gleðast um, at PAN Europeiska avtalan væntandi verður góðkend av ES og kemur at virka frá 1 januar 2005.
Marknaðaratgongdin í framtíðini alt avgerandi fyri vinnulívð
Tað at ynskja sær gagnligastu marknaðaratgongd til ES, uttan at hetta ber í sær grundleggjandi broytingar í viðurskiftum okkra við ES, - minnir ikki sørt um tá Jacob Haugaard á sinni lovaði veljarum sínum undanvind á súkklubreytunum
Ein frí marknaðartilgongd, har ongar toll-og ella tekniskar forðingar eru, er neyðug fyri kappingarføri okra á ES marknaðinum.
Tað er neyðugt at gera ser greitt, at skal gagnligasta marknaðartilgongdin gerast veruleiki, er neyðugt við ørðum samstarvshátti, sum er víðfevndari enn galdandi handilsavtala.
Við vunnum rættindum mugu vit eisini átaka okkum skyldur, litið er at ivast í tí.
Hjá einum samfelag, har størstiparturin av framleiðsluni verður útfluttur er sera umráðandi av samvinnan fevnur um annað enn marknaðarsømdir í keyparalondunum.
Kappingarføri snýr seg eisini um, hvussu vit eru við í ørðum altjóða samstarvið, eitt nú um arbeiðsmarknað, tænastur, samskifti, útbúgving, gransking, heilsufrøðislig viðurskifti, útbúgving osv.
Hetta hevur eisini alstóran týdning fyri teir karmar vinnulívið virkar innanfyri.
Vit eru eisini greið yvir, at tað eru samstarvsformar sum geva gagnligari marknaðaratgongd fyri smátjóðir/lond bæði sjálvstøðug og tey sum eru knýtt at einum limalandi við ávísum sjálvstýrisheimildum.
Hesi lond hava vanliga fingið serskipanir ella undantøk í limaskapinum hjá høvuðslandinum.
Tann nevndin sum gjørdi tað sokallaða Bláa Álitið kom til ta niðurstøðu, at fortreytirnar fyri tey lond, sum høvdu hesar avtalur og Føroyar vóru so ymiskar tí teir búskaparligu og ríkisrættarligu fyritreytirnar vóru so ymiskar.
Dialogur og samráðingar eru vegurin fram
Dialogur og samráðingar eru vegurin fram fyri at fáa eina góða avtalu við ES, men vit mugu heldur ikki verða so bláoygd at halda, at vit kunnu lata eyguni aftur fyri umheiminum og liva sum um verðin stendur í stað og onki gera við okkara støðu, tí eitt er púra greitt - skulu vit gera okum nakra vón at at virka saman við ES í kapping við Noreg og Ísland, sum ídag hava væl betri avtalur enn vit, so mugu vit takað annað skinn um bak og tað skjótt.
Limaskapur - ella hvat er alternativið?
Skulu vit, sum tað ultimativa taka stigið til ES limaskap gjøgnum Ríkisfelagsskapin í eini avtalu eftir td. »Álendskum leisti«, har vit stremba eftir at hava fullan ræðisrætt framhaldandi yvir okkara fiskatilfeingi og kanska eisini einari komandi oljuvinnu - ella skulu vit framhaldandi royna at hava sokallaða assosieraða avtalu við ES, har vit royna at fáa sum frægast burturúr, men har okur vita, at tað altíð verður tað næst ella triðfrægasta vit fáa burturúr - valið verður kanska í seinasta enda als ikki okkara, men kunnu vit vænta at verða drigin eftir reyv inn í ES um Noreg og Ísland velja at gerast limir.
Í ES samveldinum koma vørur og tænastur at flóta ótarnað tvørturum landamørk uttan forðingar av nøkrum slag fyri limalondini.
Rætt til lesnað arbeiði og sosialar o.a. tænastur hava øll somuleiðis.
Tað verður eisini givin bæði hollur fíggjarligur stuðul og ráðgeving til átøk/verkætlanir, sum verða mettar at hava vinnuframa við sær eins og mentan, list, gransking o.a. verður høgt prioriterað.
Ráðstevnan um breiða kunning um ES - fyrimunir og vansar
Sambandsflokkurin legði í 2003 uppskot fyri løgtingið um at skipa fyri ráðstevnu um fyrimunir og vansar í samstarvinum við ES, men hetta uppskot bleiv felt av tásitandi samgongu.
Tí er tað gleðiligt at Høgni Hoydal og eisini vinnan sjálv nú tá trupulleikarnir stinga seg upp, vakna og vilja hava kjak og kunning um ES og okkara framtíðarsamskifti við ES samveldið.
Lat okkum seta okkum sum mál at fáa hesa ráðstevnu skjótast tilber.










