Tað er ikki fallið í góða jørð hjá Jean-Claude Juncker, at bretsku veljararnir fyri tveimum vikum síðani atkvøddu fyri at fara úr ES, og í dag brúkti hann orðaskiftið í ES-parlamentinum til at leggjast eftir teimum, ið stóðu á odda fyri at fáa Bretland úr ES.
- Brexit hetjurnar í gjár eru syndarligar hetjur í dag, segði Juncker undir orðaskiftinum, har hann sipaði til Boris Johnson og Nigel Farage.
- Tey, ið eru orsøkin til støðuna í Bretlandi, hava lagt frá sær – Johnson, Farage og onnur. Tey eru retro-tjóðskaparfólk, tey eru ikki sonn tjóðskaparfólk. Tjóðskaparfólk geva ikki skarvin yvir, tá mótstøðan harðnar, tey verða verandi, segði ES-forsetin.
Forsetin sipaði til avgerðina hjá Boris Johnson um ikki at bjóða seg fram til formansvalið í konservativa flokkinum, og avgerðina hjá Nigel Farage, um at leggja fær sær sum formaður í UKIP.









