Evropasamveldið fordømdi í dag avgerðina hjá ísraelsku stjórnini at byggja nógvar bústaðir afturat í tí hersetta økinum í Eysturjerusalem og har um vegir. Sagt verður, at avgerðin er ein hóttan ímóti royndunum at fáa varandi frið í lag millum ísraelsmenn og palestinar.
Í einari yvirlýsing, sum uttanríkispolitiski stjórin hjá ES, Catherine Ashton, hevur sent fjølmiðlunum, stendur, at ísraelska avgerðin at byggja 2.600 íbúðir í Givat Hamatos og 1.500 íbúðir í Ramat Shlomo fer at kvetta Vestara Áarabakka av um tvøran millum Betlehem og Jerusalem.
Í gjárrkvøldið atkvøddi trygdarráðið hjá ST um at fordøma ta ísraelsku byggiætlanina. 14 av teimum 15 londunum í ráðnum atkvøddu fyri fordømingini. USA atkvøddi ímóti, hóast bæði Barack Obama, forseti, og Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, hava funnist at ísraelsku avgerðini.