ES hevur hvassliga fordømt morðið á russisku mannarættindastríðskvinnuna Natalja Estemirova, sum varð funnin myrde nærhendis kekenska býnum Nazran í gjár Russisku myndugleikarnir siga, at Natalja Estemirova var skotin í høvdið.
Svenski uttanríkisráðharrin, Carl Bildt, sum er formaður í ES í løtuni, sigur drápið vera eina illgerð, og hann mælir teimum russisku myndugleikunum til at finna teir seku og at revsa teir. Carl Bildt legði afturat, at drápið avdúkar, hvussu neyðugt tað er at verja mannarættindastríðsfólk í Russlandi.
Natalja Estemirova var í ferð við at skriva um burturflytingar, píning og dráp í Kekenia, nú hon bleiv myrd har.