ES fer í rættin við Bretlandi

Bretska vælferðarskipanin endar nú í ES-dómstólinum, eftir at ES-nevndin hevur lagt bretar undir at gera mismun á bretskum borgarum og borgarum úr øðrum ES-londum í sínum vælferðarskipan.

– Hesum skuldsetingum fari eg at berjast ímóti við hond og fót, tá málið kemur fyri í ES-dómstólinum, sigur bretski arbeiðsmarknaðarráðharrin, Iain Duncan Smith (myndin).

ES-nevndin vil vera við, at ES-borgarar í Bretlandi fáa ikki tær veitingar, teir hava rætt til eftir ES-reglum, og nú fleiri kærur eru komnar um mismun, hevur ES-nevndin valt at fara allan vegin í ES-dómstólin við málinum.