Samstundis skulu verjumálaráðharrarnir í ES-londunum, sambært Borrell, umrøða, um teir skulu seta á stovn tað, sum hann kallar eina "celle" í høvuðsstaðnum í Ukraina, Kiev, til at samskipa venjingar við ukrainska herin.
- Tað er tann best eydnaða venjingarmissiónin í søguni hjá ES. Tað er merkisvert, at tað er eydnast ES-londunum at útbúgva 60.000 og skjótt enn fleiri ukrainskar hermenn, sigur Josep Borrell.
Venjingaruppgávan byrjaði í november 2022 og fer í løtuni fram í Týsklandi og Póllandi.
Sambært Borrell eru ongar ætlanir um at flyta útbúgvingina til Ukraina. Á henda hátt skuldu hermenninir annars venjast nærri frontinum.
/ritzau/DPA