ES fer at stuðla Spania á Gibraltar

ES hevur í hyggjuni at stuðla sponskum áhugamálum á Gibraltar, nú Stórabretland hevur tikið seg úr samveldinum.

The Guardian skrivar í dag, Spania fer at krevja, at Gibraltar kemur á dagsskrá, nú nýggj handilsviðurskifti skulu fást í lag millum Stórabretland og ES. Ein ES diplomatur vil sambært The Guardian vera við, at Spania ætlar ítøkiliga at nokta fyri, at ein møgulig avtala millum ES og Stórabretland fer at umfata Gibraltar uttan so, at Spania og Stórabretland koma til eina semju um Gibraltar fyrst.

Stórabretland hevur formliga havt valdið á Gibraltar síðan 1713, tá friðaravtalan í Utrecht varð undirskrivað, og fólkið á Gibraltar hevur í tveimum førum síðani takkað nei til spanskt vald á Gibraltar við fólkaatkvøðum; tann fyrra í 1967 og tann seinna í 2002. Spania hevur kortini ongantíð fult góðtikið bretskta valdið á Gibraltar.

Sum limur í ES hevur Stórabretland higartil ikki havt stórvegis trupulleikar av sponsku áhugamálunum á Gibraltar, men nú Stórabretland formliga hevur tikið seg úr ES, verður væntað, at limalondini fara at stuðla Spania ístaðin.