Nú ES og íslendingar fara at samráðast um íslendskan limaskap í samveldinum, fer ES at leggja trýst á Ísland fyri at fáa eina loysn á tí sokallaða Icesave-málinum, og íslendingar koma eisini undir trýst fyri at endurskoða fiskivinnupolitikkin.
Tað skrivar Bloomberg-tíðindatænastan, sum sigur seg hava tíðindini frá einum uppskoti, sum ES hevur orðað undan samráðingunum við Ísland.
Har stendur eisini, at ES fer at krevja broytingar í íslendska landbúnaðarpolitikkinum og umhvørvispolitikkinum.
Sambært Bloomberg hava partarnir framskundað samráðingarnar, tí meiningakanningar hava víst, at nógvir íslendingar eru ímóti at fara upp í ES. Upprunaliga skuldu samráðingarnar byrja í heyst.