ES embætismenn: ES hevur ongar ætlanir um at revsa Ungarn

Financial Times hevur skrivar, at ES ætlar at trýsta Ungarn til at siga ja til Ukrainapengar. Embætismenn vísa pástandinum frá sær

 

Forsætisráðharrin í Ungarn Viktor Orbán hevur higartil verið forðing fyri at røkka semju um pengar til Ukraina. (Arkivfoto). - Foto: Bernadett Szabo/Reuters

Hóast grein í Financial Times so hevur ES ongar ætlanir um at revsa Ungarn búskaparliga, um tey ikki góðkenna hjálparpakkan til Ukraina upp á 50 millardir evrur í ES-stuðli.

Tað sigur høgur ES embætismaður í dag.

Boðini koma, eftir at blaðið Financial Times hevur havt eina grein, har tað stendur, at ES ætlar at »sabotera« búskapin hjá Ungarn, um tey aftur fara at forða fyri komandi hjálparpakkanum til Ukraina á toppfundi hósdagin. 

Sambært upplýsingunum í blaðnum, hevur ætlanin hjá ES tað við sær, at tey »eksplisit vilja raka búskaparligu veikleikarnar hjá Ungarn, seta landsins gjaldoyra í vanda« og gera álitið hjá íleggjarum verri.

Greinin tók støði í einum loyniligum skjali, sum miðilin hevði fingið fatur á.

– Skjalið, sum víst verður til í greinini, er eitt bakgrundsupprit frá skrivstovuni hjá Evroparáðnum og undir teirra egnu ábyrgd. Tað lýsir ikki núverandi støðuna av búskapinum hjá Ungarn.

– Hetta er eitt faktuelt skjal, og tað vísir ikki støðuna á nøkrum aktuellum samráðingum. Heldur ikki nakrar ætlanir um viðvíkjandi fíggjarætlanini, Ukraina hjálparpakkanum ella Ungarn, sigur embætismaðurin.

Eftir at Financial Times gav út greinina, hava nærmastu ráðgevar hjá ungarska forsætisráðharranum, Viktor Orbán gjørt vart við seg á sosiala miðlinum X.

– Brússel nýtir avpressing ímóti Ungarn, hóast vit hava skotið upp eina neyðsemju, skrivar Balázs Orbán.

At ES vil avpressa Ungarn er ikki rætt, at siga embætismenn.

Stjórin í tankasmiðjuni Europa, Lykke Friis, sigur, at hetta er eitt typiskt dømi um, at partarnir vilja trýsta hvønn annan.

– Tað er onkur, sum hevur havt áhuga í at fáa hesa søguna út og siga, »vit hava aðrar møguleikar fyri at leggja trýst á Ungarn«, sigur hon.

Hon sigur eisini, at valla er nakar, ið ímyndar sær, at vit kollektivt fara saman um at máa støðið undan búskapinum í Ungarn, um tey ikki taka undir við hjálparpakkanum.

Upprunaliga  var tað ætlanin at finna semja um 50 milliardir evrur á desembertoppfundinum, men tá vóru bara tey 26 londini samd, Ungarn var ikki.

Hósdagin skulu ríkis- og stjórnarleiðarar í ES londunum aftur hittast í Brússel til eitt serligan toppfund, har semja skal finnast um eina endurskoðaða fíggjarætlan hjá ES, har pengarnir til Ukraina eru ein partur av málinum.

/ritzau/Reuters

 

 

Forsætisráðharrin í Ungarn Viktor Orbán hevur higartil verið forðing fyri at røkka semju um pengar til Ukraina. (Arkivfoto). - Foto: Bernadett Szabo/Reuters