Oddagrein
Íslendski forsætismálaráðharrin, Hallgrím Ásgeirsson, sum kemur úr Framsóknarflokinum, hevur nú sett ES á politisku dagskránna í Íslandi. Á landsfundi Framsóknarfloksins, sum var um vikuskiftið, boðaði forsætisráðharrin frá, at Ísland framvegis eigur at vera uttanfyri ES. Men hann førdi samstundis fram, at Ísland nú eigur at fyrireika seg til eina støðu, har limaskapur í ES er ein veruligur møguleiki. Hann kundi síggja fyri sær eina støðu, har eitt nú Noregi av álvara fór at umhugsa ES limaskap. Forsætisráðharrin gjørdi greitt, at Ísland sjálvsagt ikki var bundið av einum møguligum norskum limaskapi, men bert fór at handla sambært landsins áhugamálum. Hinvegin er tað eingin, ið dugir at ímynda sær, at norskur limaskapur ikki kemur at fáa sera stóra ávirkan á íslendsku støðuna.
Í Noregi reageraði norski forsætisráðharrin beinanvegin. Tað var næstan, sum sat hann til reiðar við eini sterkari viðmerking eftir landsfundin hjá Framsóknarflokkinum. Flokkurin hjá norska forsætisráðharranum, Kjeld Magne Bondevik, er kendur fyri at vera ímóti ES limaskapi. Kortini segði Bondevik, at fer Ísland at umhugsa limaskap, kemur Noreg í eina heilt nýggja uttanríkis- og marknaðarpolitiska støðu. Fer Ísland upp í ES, nakað sum Bondevik ikki vil afturvísa, so verður Noreg einasta suverena norðurland uttan fyri europæiska samveldið. Tann støðan er ikki haldgóð fyri Noreg. Hetta merkir alt sambært Bondevik, at Noreg í seinasta lagi 2007 noyðist at taka orðaskiftið um norskan ES limaskap uppaftur av álvara. Hann helt sum Hallgrím, at tað ræður um at fyrireika seg til støðutakan í góðari tíð.
Tað er eitt sera áhugavert orðaskifti, ið nú er um at taka seg upp í okkara grannalondum. Tað, sum fyri bert fáum árum síðan var óhugsandi, nevniliga norskur og íslendskur limaskapur, er nú ein veruligur møguleiki. Noreg og Ísland eru kappingarneytar á ES marknaðinum. Fer annað landið upp í ES, so er hitt noytt at fylgja eftir. Henda hugsaða framtíðarmynd hevur fylgjur fyri Føroyar. Henda framtíðarmynd setir Føroyar í eina sera trupla støðu. Noreg og Ísland eru eisini okkara fremstu kappingarneytar á ES marknaðinum. Hvat gera vit í hesi støðu? Tað er ikki ov skjótt, at landsstýrið ger seg út til at fyrireika okkum til eina radikalt broytta marknaðarpolitiska støðu í Útnorði.
Sosialurin










