ES-kommissiónin fer at leggja uppskotið um handilsforðingar ímóti Føroyum fram tann 31 juli. Tað váttar Mette Gjerskov, danskur matvørumálaráðharri, sum hevur tíðindini frá ES-kommisiónini, ið hevur boðað øllum ES-limalandunum frá í dag. Uppskotið verður lagt fyri serligu fiski-og alivinnunevndina.
-Um handilsforðingarnar verða samtyktar, koma tær at umfata sild, og tey fiskasløgini sum eru hjáveiða at sildini. Tað merkir at Føroyar ikki kunnu landa ella selja sild og makrel til ES.
Útflutningur av fiskaførum, fiskareiðsskapi og útgerð sum er neyðug at fiska sild og makrel við, verður ikki loyvdur at útflyta frá ES londum til Føroya, sigur Mette Gjerskov.
Hon leggur afturat, at tað er harmiligt, at ES-kommisiónin fer at seta handilsforðingar í verk ímóti Føroyum. Føroyar eru eitt lítið samfelag, sum livur av fiskiskapi. Danska stjórnin gongur inn fyri at fiska burðardygt, men ikki fyri at boykotta. Vit vilja heldur eina samráðingarloysn, sigur Mette Gjerskov.
Stjórnin metir eisini, at allir samráðingarmøguleikar ikki eru troyttir. Tí er tað møguleiki fyri, at málið endur í havrættardómstólinum undir ST.
-Vit fylgja málinum tætt, og gera tað vit eru ment fyri at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið, sigur Mette Gjerskov.
Matvørumálaráðharrin staðfestir, at verður uppskotið samtykt, so noyðist Danmark at gera eftir boðunum hjá ES.










