ES boykottið – hvat er málið um?

Um eina stóra viku kemur ES bannið helst í gildið, men hvat snýr málið seg um?

Bogi Eliasen, stjórnmálafrøðingur
----

Sæð úr Føroyum er ósemjan um, at Føroyar ikki fáa ein nóg stóran lut av sildini, hvørki søguliga ella í mun til broyttar umstøður.
Okkara mótpartar hava tó megnað at varpað eina heilt aðra ásjón út. Hon er heilt einføld og og greið. Føroyar halda ikki ásetingar um burðardygga veiðu, og tí skulu tiltøk setast í verk ímóti Føroyum. Føroyar eru ein Bandit State, tá talan er um fiskivinnu.
ES kommiserurin Damanaki var púra greið á tíðindafundi herfyri. Hetta handlar um, at fiskivinnan skal verða burðardygg – Føroyar fiska ikki burðardygt – tí setur ES tiltøk í verk ímóti Føroyum. Hetta er ein sera góð og einføld populistisk søk fyri ein politikkara – og Damanaki sleppur at spæla hetta spæl at kalla uttan mótspæl.
Sama stendur at lesa í fráboðan frá danska Matvørumálaráðharranum Gjerskov, sum seint í farnu viku segði, at Danmark gongur ikki inn fyri, at fiskivinnan ikki er burðardygg, men at seta tiltøk í verk, er ikki tað rætta, segði hon. Her hava vit “okkara” rødd í ES, sum alment greinar støðuna við útgangsstøði í tí, sum mótparturin byggir málið á, nevniliga at Føroyar ikki fiska burðardygt.
Vit síggja í almennu donsku lýsingini av málinum, sum Matvørumálaráðið stendur fyri saman við danska Uttanríkisráðnum, at Danmark ikki einans kennir seg bundið at fylgja møguligum tiltøkum, sum ES setur í verk, men eisini at alt málið byggir á, at Føroyar ikki fiska burðardygt. Tað er tað lógargrundarlagið fyri tiltøkum frá ES byggir á.
Heimurin er ikki gjørdur av lógum eina, og at hava løgfrøðiliga rætt er ikki altíð nóg mikið. Hóast vit kunningarliga hava eina góða søk, sum er væl egnað at fáa í miðlar aðrastaðni, so er tað bara Damanaki útgávan, sum fær rúmd uttanfyri Føroyar og enntá í so stóran mun, at tað er ein sjálvfylgja at skýra okkum Bandit State. Her hava politisku skipanirnar hjá okkara mótstøðufólkum megnað at fáa opiniónina við sær, og tá politisku skipanirnar hava opiónina við sær, kann verða sera trupult at standa ímóti, sjálvt um vit hava løgfrøðisliga rætt. Tá so ein toppolitikari sum Damanaki leggur so nógv fyri at revsa Føroyar - og at alt annað ger, at hon missir andlit og trúvirði, ja so er tað ikki altíð galdandi reglur ella rættvísi, sum hava avgerandi orðið.
At vit hava rætt, er tað eingin ivi um – men tað hjálpir ikki, um tað bara eru vit sum vita, at vit hava rætt....