ES-boykott: Politiska skipanin heldur ondini

Tað er trupult at fáa skil á hvat vendir upp, og hvat vendir niður í málinum um ætlaðu handilsforðinginum móti Føroyum.

Fyrst vóru boðini, at ES setur handilsforðingar í verk tann 1. august. Løgmaður vísti hesum aftur í gjár. Hann hevði fingið at vitað, at ES ikki er klárt við uppskotinum um eitt boykott.

Keldur í politisku skipani í Føroyum, sum Portalurin hevur tosað við, siga at tað er nógv sum bendir á, at ES heldur uppskotinum aftur, tí bíðað verður eftir úrslitinum av samráðingunum fyrst í september mánaða.

Tað samsvarar eisini við tað, sum Løgmaður segði við Portalin ígjár.

- Av tí at handilsforðingarnar nú eru útsettar, er vón fyri, at vit fara at finna eina samráðingarloysn, segði Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann segði eisini við Portalin, at samráðingar vera millum strandalondini 3 til 5 september.

Sum Portalurin skilur, so er hesin fundurin júst komin í lag. Tað hendir eftir nógva brævasamskftið millum ES og Føroyar seinastu dagarnar.

Tað hevur verið trupult at savnað strandalondini, tí ætlanin var, at fyrstu samráðingarnar í hesum umfarinum skuldu verða seinni í heyst.

Men tað hevur eydnast at fáa øll londini at møtast fyrst í septembermánaða; eisini Noregi, sum annars hevði boðað frá, at tað fer ikki í gongd við nakrar samráðingar áðrenn stórtingsvalið.