Kaj Joensen skrivar fyri Portalin:
Hin nógv umrøddi handilsstongsulin, sum Europasamveldið hevur í hyggju at seta í verk ímóti Føroyum orsakað av ósemjuni um sildafiskiskapin í Norðuratlantshavi, er liðugt tilevnaður í seinasta lagi mikudagin.
Hetta kom fram á einum fundi í fiskivinnunevndini hjá ES mikudagin í farnu viku.
Har upplýsti Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur, at boykottið er klárt "um eina viku".
Harvið er kortini ikki sagt, at boykottið fer at virka mikudagin, tí mannagongdir skulu haldast. Tær áseta m.a., at ein nevnd av embætisfólkum skal viðgera boykottið. Hetta verður tó hildið bert at vera formalia, tí stórur meiriluti er í ES-ráðharraráðnum, í ES-parlamentinum og í ES-fiskivinnunevndini fyri at boykotta Føroyar.
Harvið hava royndirnar hjá donsku stjórnini at kyrra ES-kommissiónina og Mariu Damanaki eftir øllum at døma verið til fánýtis.
- Donsku ráðharrarnir - uttanríkisráðharrin og matvøruráðharrin - hava vitjað meg og boðið sær at mekla í stríðnum. Hesum tilboðið havi eg sjálvandi tikið ímóti við takksemi, tí handilsinstrumentið (boykottið, red.) eigur at vera seinasti útvegur, segði Maria Damanaki.
Hon legði afturat, at hon hevur onki positivt svar fingið úr Føroyum, sjálvt um danskir myndugleikar hava verið inn í myndini.
- Vit hava onki annað val enn at seta handilsinstrumentið í verk, segði Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur á fundinum.
Komandi dagarnar kann væntast, at nærri verður at frætta um, hvussu handilsboykottið ímóti Føroyum er samansett.