ES blakar framvegis fisk út

Eftir fleiri ára innanhýsis stríð, er ES langt um leingi komið ásamt um eina nýggja fiskiveiðuavtalu, sum danski matvøruráðharrin, Mette Gjerskov, sigur vera eitt stórt stig fram ímóti burðardyggari veiðu í Europa.

– Hetta er ein søgulig avtala og eitt kvantulop fyri burðardyggum fiskiskapi, og eg haldi, at hetta høvdu sera fá sæð sum møguligt fyri bara heilt fáum árum síðani, sigur danski ráðharrin.

Hóast nýskipanin hjá ES merkir, at tað ikki longur verður loyvt at blaka fisk útaftur, so kemur tann parturin ikki í gildi fyrr enn í 2015. Og undir serligum umstøðum verður eisini framvegis loyvt at blaka fisk útaftur.

Nýggju nýskipanirnar í fiskiveiðupolitikkinum hjá ES loysa av tær skipanir, ið hava verið galdandi í ES síðstu 30 árini, og sum hava verið merktar av, at ES hevur gingið á odda í útblaking av fiski, sum ikki passaði inn í kvoturnar ella ikki gav nóg góðan prís.