ES bjóðar Íslandi ?uppí

ES-nevndin samtykti í gjár eitt tilmæli til ríkis- og stjórnarleiðararnar um, at ES skal fara undir samráðingar við íslendingar um limaskap í samveldinum.

Tað hevur gingið á leið soleiðis, sum íslendska stjórnin segði seg vóna, tá umsóknin um limaskap bleiv latin ES tann 23. juli í fjør. Eina viku frammanundan hevði Altingið samtykt umsóknina, men hóast talan var um eitt sera týðandi mál, var ósemjan stór. 33 altingslimir atkvøddu fyri at søkja um limaskap í ES, og 28 atkvøddu ímóti. Í gjár, sjey mánaðir seinni, mælti ES-nevndin ríkis- og stjórnarleiðarunum at samtykkja, at ES fer undir samráðingar við Ísland um limaskap.
Við samtyktini hevur ES-nevndin staðfest, at Ísland lýkur tær politisku og búskaparligu treytirnar fyri limaskapi í samveldinum.
-Í dag hevur nevndin almannakunngjørt sína meting av einum nýggjum umsøkjaralandi. Tað er Ísland, og nevndin mælir til, at samráðingar verða tiknar upp við landið um limaskap, segði kommiserurin Stefan Füle aftan á fundin í nevndini í gjár. Sum kommiserur hevur hann ábyrgdina av samskiftinum við møgulig nýggj limalond.

Fremst í røðini
Á tíðindafundi í Bruxelles í gjár vildi Stefan Füle ikki áseta nakran dag fyri, nær samráðingarnar við íslendingar byrja. Kommiserurin gjørdi tó vart við, at tað fer at fáa stóran týdning fyri samráðingarnar, at íslendsk lógava í stóran mun er lagað til ES-lóggávu. Hann helt, at íslendingar lúka longu tríggjar fjórðingar av teimum treytunum, sum ES setir nýggjum limalondum.
Fær tilmælið hjá nevndini fulla undirtøku á ríkis- og stjórnarleiðarafundinum, sum verður í næsta mánaði, fær Ísland støðu sum umsøkjaraland saman við Kroatia, Makedonia og Turkalandi. Men tað er stórur munur á, hvussu londini lúka treytirnar hjá ES fyri limaskapi, og tí fer Ísland helst at standa fremst í røðini, skrivar NTB.
Íslendska stjórnin hevur fyrr sagt, at hon vónar, at ES-limaskapurin verður veruleiki í 2012.