Nýggir bussar hjá Bussleiðini í Havn

ES bannar diesel býbussum í 2030

Býbussar, sum koyra við diesel, skulu bannast frá 2030, skjýtur ES nevndin upp.

 

Nýggir bussar hjá Bussleiðini í Havn

ES nevndin hevur í dag lagt fram uppskot um økt mál fyri CO2-minking frá tungum bilum sum lastbilum og bussum.

* Frá 2030 skulu allir býbussar verða útlátsfríir.

* Fyri bussar sum koyra uttanbíggja eins og onnur tung akfør sum smáir og stórir lastbilar og bussar, sum koyra long strekki, verður kravið um minking upp á 90 prosent í 2040

* Fyri 2040 er tveir lutmál: 45 prosent lægri útlát í 2030 og 65 prosent lægri útlát í 2035.

* Málini eru í mun til útlátsstøðið í 2019.

* Reglarnar fara bara at galda fyri nýggj akfør, og tað eru tí framleiðararnir, sum skulu liva upp til minkingarkrøvini.

* Eitt mál upp á 90 prosent í 2040 merkir í veruleikanum, at frá tí árinum skulu 90 prosent av eitt nú øllum nýframleiddu lastbilurm verða útlátsfríir.

* Útlátsfríir bilar kunnu koyra upp á millum annað el ella brint.

Kelda: ES nevndin

 

Nýggir bussar hjá Bussleiðini í Havn