Tað kostar einki at tosa um samfelagsbúskaparlig viðurskifti í Føroyum. Men vit mangla tøl. Vit mangla vitan og skil fyri, hvussu føroyski búskapurin virkar. Og vit mangla siðvenju fyri góðum búskaparligum kjaki, har farið verður eftir bóltinum heldur enn manninum.
Samfelagsbúskaparliga kjakið fer í dag fram millum politikarar, sum nýta búskaparlig hugtøk til at leggja fram teirra politisku argumentir. Búskaparligu greiningarnar eru mangan ófullfíggjaðar, tí argumentini eru politisk, og snúgva seg meiri um – sum eisini er væl skiljandi – at vísa, at sitandi landsstýri er ábyrgdarleyst ella hinvegin, at landsstýrið hevur styrkt útboðið av arbeiðsmegi við at lækka persónssskattin.
Hvar er kjakið hjá fak- og bankabúskaparfrøðingum um føroyska búskapin? Hvar er kjakið hjá fak- og bankabúskaparfrøðingunum um førda fíggjarpolitikkin?
Búskaparráðið og Landsbankin koma við sínum góðu greiningum, men báðir stovnar hava avmarkaðir resursir. Økið hevur ikki høga politiska raðfesting, møguliga tí at fleiri upplýsingar og meira vitan høvdu sett munandi størri krøv til politikkarnar um at vera ábyrgdarfullir – óansæð um teir sótu í landsstýri ella í andstøðu.
Um ( Fíggjarlógar karmarnir vórðu samtyktar í Løgtinginum á vári, og tað einstaka sundurbýtið á kontostøði samtykt um heystið, hevði tað økt um hugin hjá Løgtinginum at stýra búskapinum. Á henda hátt vórðu fíggjarlógartingingarnar býttar upp í tveir partar, har stýringin av búskapinum er í fokus um várið, meðan heystið snýr seg um politisku raðfestingina innan fyri viðtiknu rammurnar.
Búskaparliga politiska kjakið í Føroyum snýr seg ofta um at hava mest møguligt yvirskot á fíggjarlógini, men almenna fíggjarætlanin er ikki sum í eini vanligari fyritøku. Fíggjarlógin er eitt samfelagsligt stýriamboð. Ein mennari, ein sundurbýtari og ein trygd fyri vælferð okkara.
Avlop á fíggjarlógini sigur ikki neyðturviliga nakað um, hvussu gott tað gongur. Tað er eitt tekin um, at tað almenna krevur ov nógv í skatt – og tað er sjálvandi mikið skynsamt, um ynski er at minka um blokkin – men annars merkir avlopið í roynd og veru, at tað almenna hevði kunnað býtt betri, at tað almenna kundi veitt fleiri tænastur, og at tað almenna kundi sett størri virksemi í gongd.
Avlop er sjálvandi skilagott, um tað almenna aktivt roynir at stýra búskapinum, tá ið ferðin er ov stór við at tálma eftirspurninginum í samfelagnum, við at økja skattin og við at halda aftur í almennum íløgum og nýtslu, soleiðis at man framvegis hevur tamarhald á búskapinum.
Vánalig stýring økir um vandan fyri, at eitt vakstrartíðarskeið knappliga kann enda sum niðurgongd orsakað av ov stórum lønarvøkstri, versnaðum kappingarførleika, størri skuld, sum so kann enda við øktum arbeiðsloysi, minkandi inntøkum frá skatti og avgjøldum og at fleiri fyritøkur fara á heysin.
Hvør hevur ábyrgd fyri at stýra føroyska búskapinum í dag? Hvørji eru okkara inflationsmál? Hvussu velja vit at stýra prísvøkstrinum? Hvør hevur eina meining um hetta? Hvør orðar gjøgnumgangandi reformar innan skatta- og avgjaldsøkið? Hvar eru sosial- og pensións reformarnir? Hvar eru búskaparligu útrokningarnar av avleiðingunum í krónum og virksemi? Hvussu stórt skal avlopið á fíggjarlógini vera? Í hvussu stóran mun skal vera tikin fyri konjunkturávirkan?
Tað er ótrúliga týdningarmikið, at onnur enn andstøðan fyrihalda seg kritiskt til førda búskaparpolitikkin, tí ein góð stýring er altavgerandi fyri eina sunna og støðuga samfelagsmenning.
Vit mangla eitt ótal av grundleggjandi vitan. Aftur her tørva resursir á Hagstovunu. Tørvurin á vitan kann samanberast við, at vit eru noydd at finna veg í einum stórbýi við at hyggja at einum avoldaðum og slitnum býkorti. Onkuntíð passar kortið nøkunlunda, meðan tað til aðrar tíðir er beinleiðis misvísandi, og tú ánar ikki, hvar tú ert.
Eitt dømi: Hava vit lønarvøkstur, av tí at lønirnar hækka ella lla tí vit arbeiða meira, tí tað er tørvur á arbeiðsmegi?
Føroyski búskapurin hevur í fleiri ár verið í stórum vøkstri. Fleiri siga, at vit eru aftur í teim villu áttatiárunum, men eru vit tað?
Kann partur av hákonjukturinum ikki koma av, at føroyski búskapurin var heilt niðri á botni í 92-94? Roynir búskapurin bara at koma afturi til sína langtíðarstøðu? Ella hava vit fyri langara tíð síðani hálað innaftur tað forsømda og eru nú á veg uppaftur við 100 km/t?
Hava vit nátt toppin av konjukturinum og standa yvirfyri eini djúpari kreppu? Ella eru vit bara í fer við at savana okkum styrki til enn eitt vakstrartíðarskeið? Hvussu ógvuslig verður niðurkølingin av búskapinum, tá hon kemur?
Í løtuni eru týdningarmiklastu bremsirnar fyri føroyska búskapin vaksandi renturnar, sum minka eitt sindur um lánihugin, óróligu fíggjarmarknaðirnir, sum hava gjørt peningastovnar meira afturhaldandi við at geva lán, umframt manglandi arbeiðsmegi (mín óskjalfesti pástandur).
Hesar báðar mekanismur bremsa vøkstrinum í 2008, men tað hevði verið betri, um vit høvdu dáta og vitan, so vit t.d. við 90 prosents trygd kundu sagt, at eftirspurningurin í samfelagnum vaksur í 1 prosentum í 2008.
Vøksturin í 2008 er bara ein av mongu spurningum, sum tað er ótrúliga týdningarmikið at vit finna svarið til – eitt svar, sum tey fægstu kenna, men tey flestu hava eina meining um.
Tað hevði verið lættari, um vit gjørdu íløgur í eina kanning av viðurskiftinum við at víðka dátugrundarlagið og greiningarreiðskapin, soleiðis at vit við nógv størri trygd kundu sæð og tikið hædd fyri, hvønn veg tað gongur, og hvørjar avleiðingar politisk átøk fáa. Hetta hevði skapt eitt meira proaktivt, politiskt umhvørvi.
Føroyski búskapurin í dag er merktur av einum metlágum arbeiðsloysi, einum risaundirskoti á handilsjavnanum, høgum íbúðarprísum, høgum inntøkum frá mvg, sum fíggjar ein stóran part av fíggjarlógini, manglandi arbeiðsmegi, vaksandi rentum, men koyra vit við fullari ferð út av eggini?
Her er týdningarmikið at hava í huga, at vit júst hava havt eitt generelt skifti í samfelagnum, sum hevur leysgivið nógvar miðlar upp á styttri sikt. Skiftið frá 20 ára bústaðarfígging til eina bústaðarfígging við møguleika fyri avdráttarfrælsi. Hetta skiftið hevur givið tí einstøku familjuni størri nýtslumøguleikar.
Nakrir av hesum nýtslumøguleikum eru brúktir til nýtlsu og aðrir at trýsta prísin upp. Onkrir eru nýttir til íbúðarábøtur, og aðrir eru til dømis farnir til íløgur. Føroyski búskapurin skal finna fótafesti við nýggjum treytum, har lønir, prísir, arbeiðsloysi, nýtsla og lántøka skulu falla upp á pláss og til ró á einum nýggjum støði. Tað, sum vit síggja í løtuni, er (mín teoretiski pástandur) eisini ein partur av einari tillagan, har búskapurin er við at finna eina nýggja javnvág.
Upp á styttri sikt førir tillaðingin til størri eftirspurning, økta privatnýtslu, øktar íbúðarprísir, størri skatta- og avgjøldsinntøkur og manglandi arbeiðsmegi? Upp á longri sikt stegðar vøksturin í húsaprísum og nýtsluni. Fólk hava fingið nýggjan flatskerm og bil nummar tvey, men ynskja ikki bil nummar trý.
Eftirspurningurin eftir íbúðum í Havn fer eisini at verða mettaður, sum síðani fer at minka um virksemið í byggivinnuni við teimum avleiðingum fyri aðrar vinnur, som levera til byggivinnuna, ið minkar ferðina á búskapinum og harvið kølir hann niður.
Men hvat nú um BP finnur stórar mongdir av olju á føroyska landgrunninum? So kemur ikki friður á búskapin, og so fara vit veruliga at síggja, hvussu nógv búskapurin er førur fyri at vaksa!
Standa vit á skriðubakkanum? – Tað vita vit ikki, men tað kostar einki at gita.