Súsanna Dam
Hugsa vit okkum at hesir, sum ætla at seta bíbilskar lógir í verk her á landi sigra, so verður spennandi, fyri ikki at siga ræðandi at síggja hvørjar tulkingar gerast galdandi politikkur. Her finst jú eitt ótal at samkomum og sektum, sum altso ikki síggja út til at semjast serliga væl. Okkum nýtist bert telja, hvussu nógv tempul, tey, sum kalla seg trúgvandi, hava reist sært hesi seinastu árini.
Skal løgtingið í framtíðini mannast av einum fólkakirkjuflokki, einum heimamissiónsflokki, einum brøðrasamkomuflokki og so onkrum smáum t. d. adventistaflokkinum, filadelfiaflokkinum, kelduflokkinum, jehovaflokkinum og katolikkaflokkinum og kanska fleri øðrum?
Skulu komandi valstríð koyrast upp á tvungnan barnadóp mótvegis forboði móti barnadópi, ella kanska teir fara at egna við banni av øllum kynsligum samlívi áðrenn giftarmál?
Kunnu teir finna uppá at lova, at ikki øll skulu straffast fyri lógarbrot, um tey verða gjørd fyri at uppihalda tí galdandi semjuni um hvat Gamla Testamenti fyriskrivar?
Kunnu teir finna uppá at sleppa onkrum veljara upp á fjall við umberingini um, at hetta er bara Guðs straffur, ið rakar?
Flestu okkara hava fingið eitt sindur av tilviti, og flestu okkara hava sæð, at líka síðani Adam lat seg freista til at eta av tí bannaðu fruktini, og Káin sá sær fyrimun av at drepa beiggja sín, hevur mannaættini tørvað annan myndugleika enn Guðs til at uppihalda lógum og landaskili.
Vit vita eisini, at tey andaligu virðini verða goymd í tí andaliga partinum av menniskjanum og kunnu ikki lógarbindast og als ikki kontrollerast.
Skulu vit aftur í miðøldina, tá makthavarar kundu noyða og pína hóskandi sannleikar burtur úr teimum, sum teir vildu hava dømdan. Ella hvussu hugsar man sær at temja andaligu evnini á veljaranum? Sanniliga ein vandamikil glíðibreyt at seta seg á.
Eg má spyrja, er hetta tað vit vilja seta í verk fyri okkara eftirkomarar. Skulu vit lata teir upp í hendurnar á maktgreðingum, sum royna at billa veljaranum inn, at teirra andiliga viðføri er reinari og meira heilagt, enn viðføri teirra, sum hava anstygd fyri at nýta somu amboðini til at hevja sínar áskoðanir? Eru vit fallin so djúpt, at persónliga guðstrúgvin nú skal mátast og vigast?