Er fiskivinnan í Føroyum á veg frá eini tragediu til eina komediu?
Tað spyr Eivin Jacobsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin
Nú løgtingið beint eftir ólavsøku fer at áseta fiskidaganar fyri næsta ár, harmast sambandsmaðurin um, at vit ikki hava víst dirvi til at gjørt alt fyri at fingi okkara fiskastovnar at komu fyri seg aftur, sum hann málber seg.
- Soleiðis sum botnfiskastovnarnir undir Føroyum eru fyri, er bráðneyðugt við stuttskygdum og, kreppukendum loysnum, sum, eitt nú at seta í verk umsitingarætlanir fyri høvuðsfiskasløgini tosk, hýsu og upsa.
Hann sipar til avtaluna í samgonguskjalinum, har tað stendur, at ein umsitingarætlan skal verða grundarlagið undir viðgerðini av framtíðar fiskiskapinum eftir toski, hýsu og upsa.
Hann heldur, at hetta skuldi politikarar helst kunna tikið í álvara, men so er ikki.
- Man velur lættastu loysnina, nevniliga einki at gera, ella at bíða eftir einari nýggjari fiskivinnulóggávu, sum tosað hevur verið um síðan samgongan varð skipað.
- At arbeiðið við burðardyggari stovnsrøkt hevur drigið út, hevur við sær, at vit hava eina kreppustøðu fyri heimaflotan og tí er tørvur á endurreisingarætlanum ella meira ”skrøppum inntrivum”.
Eivin Jacobsen staðfestir, at líka síðan fiskidagaskipanin kom í gildi fyri skjótt 20 árum síðan hava vit tilvitað ikki fylgt tilráðingunum frá Havstovuni ella tí lívfrøðiliga partinum.
Hetta heldur hann, er ein álvarsligur trupulleiki. Hann heldur ikki, at Havstovan hevur rætt í øllum, men vit koma ikki uttanum, at hon hevur havt rættast.
Eingin skal ivast í, at broyta politikararnir ikki hugburð í hesum spurningi, fáa vit enn størri trupulleikar við botnfiskaveiðini undir Føroyum, heldur hann.
Hann setir stórt spurnartekin við, hví politiska skipanin játtar nógvar milliónir til at reka Havstovuna men ikki tekur teir upplýsingar og vitan, stovnurin kemur við í samstarvi við altjóða stovn og tilráðingar, til eftirtektar.
- Heldur enn, at yvirbjóða hvønn annan við avgjøldum og tilfeingisgjøldum til at fíggja vælferðarsamfelagið, áttu vit at havt dirvi til at gjørt alt fyri at fingi okkara fiskastovnar at komu fyri seg aftur, sigur Eivin Jacobsen
Han ivast ikki í, at ovurstóru nøgdirnar av uppsjóvarfiski fara at minka um tvey, trý ár.
- Tá er sera neyðugt, at botnfiskastovnarnar undir Føroyum eru á einum burðardyggum stigi fyri at tryggja eina nóg stóra heildarveiðu.
- Um fáar dagar fáa vit enn eitt høvið at kjakast um fiskarípolitikk og um at áseta fiskidøgar, men longu nú er politiskt boðað frá, at næsta ár verða fiskidagarnir teir somu í tali sum í ár og tí er spurningurin um vit eru á veg frá eini tragediu, til eina komediu, heldur Eivin Jacobsen.
Les meiri her: Politiska skipanin ignorerar lívfrøðiligar tilráðingar