Dagurin var hildin við eini hugnaligari løtu, har Petur Jacob Sigvardsen hugleiddi. Umboð fyri kommununa tók eisini lut og fegnaðust um virksemið, sum fer fram í tilhaldinum.
Tað var upprunaliga Brynjálvur Borðoy, sum heitti á kommununa um at stovna eitt dagtilhald. Her fekst vælvild, og stutt eftir fekk gamli barnagarðurin á Oyri ein nýggjan aldursbólk inn um gátt.
Her eru í dag góðar og rúmsáttar umstøður, har fólk kunnu koma saman til ymisk áhugamál, ella bara til eitt prát og ein góðan drekkamunn hvønn týsdag og hósdag seinnapart.
- Tilhaldið ger sítt til, at tey eldru í Sundalagnum eru virkin sum longst, sum jú er av stórum týdningi týdningi fyri vælveruna hjá okkum øllum. Jú meira vit koma saman og geva hvørjum øðrum nakað, jú betri verður trivnaðurin, verður sagt úr Sunda kommunu.
Í dag er Winnie Hansen leiðari fyri Blákolluna.