ólavsøka
Paul Kragesteen, formaður í Havnar Róðrarfelag, ivast ikki, tá ið hann verður spurdur, hvørja ætt hann helst ikki vil hava tað at vera, tá ið kappróður verður á Ólavsøku:
- Tað er, tá ið tað er nógvur vindur av landsynningi. Tá verður tað ófriðarligt á startmálinum, og tá verður tað heldur einki serligt at rógva fyrra partin av málinum.
Veðurmaðurin hjá Sosialinum boðar frá guli av landsynningi og eystri, men hetta verður avgjørt ikki roknað sum nøkur hóttan fyri góðum róðrarlíkindum. Hann sigur eisini frá turrum veðri og sólarglottum og við millum 17 og 20 hitastigum. Veðurmaðurin nevnir eisini mjørkaflókar. Men um veðrið fer at skikka sær soleiðis, sum tað hevur gjørt hesar seinastu dagarnar, so er ikki orsøk at rokna við øðrum, enn at tað verða góðar umstøður hjá áskoðarunum at fylgja við spennandi kappróðrinum.
- Vit rokna við nógvum fólki, og vit rokna ikki minst við, at tað fara at koma nógvir klaksvíkingar at taka á við teirra báti, sum jú ikki hevur vunnið á Ólavsøku síðani 1949. Hesi taka jú eisini á við Rituni og Sundabátinum. Og vit rokna eisini við, at tað fara at koma nógv viðhaldsfólk hjá Eysturoyingi og Sølmundi og ikki minst úr Vágum at taka á við Ørnini, Frúnni og Riddaranum og tey norðan úr Sundalagnum, sum nú hava møguleika fyri at eiga ein vinnara, eftir at genturnar umborð á Hvassa av álvara gjørdu um seg í Sandavági. Viðhaldsfólkini hjá feløgunum í Suðurstreymi á Argjum, Havnar Róðrarfelag og Knørra felagnum eru eisini framúr trúgv, so vit hava alla orsøk at rokna við nógvum áskoðarum.
Sambært Paul á Kragesteen kennist tað ikki tungt hjá Havnar Róðrarfelag at hava ábyrgdina av kappróðrinum á Ólavsøku:
- Vit hava verið í sving tað nógva av síðstu vikuni. Mikukvøldið høvdu vit hugnakvøld í róðrarneystinum, og nú fokusera rógvararnir á kappróðurin og hini á fyrireikingarnar. Vit eru einir tjúgu í Guttafelagnum, sum vit plaga at kalla okkum. Hesir hava vítt kontaktnet, og tað plagar ikki at standa á at fáa hundrað fólk ella fleiri enn so at syrgja fyri karmunum kring kappróðurin.
Tíðirnar og metini
Í ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sum lá saman við blaðnum týskvøldið, vóru metini at síggja frá ólavsøkuróðrunum. Paul Kragesteen heldur ikki, at alt ov nógv skal leggjast í metini, sum ikki altíð nýtast at boða frá, at manningarnar tey árini, tá ið metini vórðu sett, vóru tær bestu, sum nakrantíð hava róð á Ólavsøku. Men tað kemst ikki uttan um, at Skálabáturin og Havnarbáturin eiga sjey av bestu vinnaratíðunum yvirhøvur.
- Tað valdast ógvuliga nógv um veðrið. Okkum dámar væl, tá ið hann er vestan í ættini. Tá er lívd at leggja bátarnar undir Argjahøvda, og tá rógva teir undan. Tíðin hjá Skálabátinum í 1992 var 3.52.00. Tað er framvegis besta tíðin á Ólavsøku. Ta ferðina var hann vestan, og tað var nógvur vindur. Uttan at taka nakað frá manningini á Skálabátinum ta ferðina, so spældu líkindini nógv inn, tá ið metið varð sett. Tað er stórur munur á at rógva undan frískum loti ella rættari mest sum stormi, sum tað var ta ferðina, og so at hava lotið ímóti, heldur Paul Kragesteen.
Síðani Skálabáturin settti metið í 1992, hevur tað onkra ferðina verið tætt við, at metið hevur verið tikið, men óføru skálamenninir eiga framvegis metið. Í 2001 var tíðin hjá Havnarbátinum 3.52.03.
Sjey ferðir hava vinnaratíðirnar hjá 10-mannaførunum verið undir fýra minuttum: Havnarbáturin í 1982 (3.58.10) og í 1975 (3.58.90), og Skálabáturin í 1994 (3.58.24), í 1991 (3.58.80) og í 1993 (3.59.72).
Besta vinnaratíðin hjá Eysturoyingi higartil var tann í 1988 (4.02.60). Hetta er besta vinnaratíðin omanfyri fýra minuttir. Klaksvíkingur hevur ongantíð vunnið á Ólavsøku, síðani tað varð farið undir at skráseta róðrartíðir.










