Eru við í tí stóra selskapinum

- Eg sigi sum bygdarráðsformaðurin í Oyndarfirði segði: Nólsoy verður altíð Nólsoy. Vit fara at leggja dent á at varðveita tey sermerki, sum bygdin hevur og vísa virðing fyri tí máta, nólsoyingar hava livað uppá, sigur Jógvan Thomsen, bygdarráðsformaður

Samanlegging

Jógvan Thomsen veit ikki at siga, hvussu gomul Nólsoyar kommuna er. Men hann heldur, at áhugavert hevði verið at kannað hesi viðurskifti og síðan skrivað okkurt um søguna. Hann veit tó at siga, at gerðarbøkur hjá Nólsoyar kommunu eru varðveittar heilt aftur til 1910.
Sum kommuna verður Nólsoyar kommuna ikki nógv eldri, enn hon er í dag, tí 1. januar 2005 verður hon løgd saman við Tórshavnar kommunu.

Í selskapinum

- Avgerðin, sum nólsoyingar tóku á fólkaatkvøðuni leygardagin, merkir, at vit nú eru við í tí stóra selskapinum, sum Jógvan tekur til.
Hann heldur, at søgdu nólsoyingar nei, hevði Nólsoyar kommuna sett seg uttanfyri og hevði við tíðini verið ein gloymdur partur av Føroyum.
- Eg beri ikki ótta fyri, at vit fara at hvørva í tí stóra meldrinum, og vit fara at leggja dent á at varðveita bygdina og tey sermerkir, hon hevur. Vit fara at virða tann máta, nólsoyingar hava livað uppá.
Jógvan heldur ikki, at Nólsoy skal gerast ein alt ov nútímans forstaður til Havnina, men skal varðveita síni sermerki ? uttan tó, at hesi skulu gerast ein forðing fyri menning.
- Fáa vit hesi viðurskifti at ganga uppí eina hægri eind, so haldi eg, at væl stendur til, sigur hann.

Livandi eind

Bygdarráðsformaðurin vísir á, at ein kommuna ella eitt bygdasamfelag er eitt livandi eind, sum flytir seg, soleiðis sum borgarin nú einaferð ynskir tað.
- Eg haldi, at stemnnigurin her úti er góður, og nú fara vit at leggja alla orku í at fáa sum frægast burtur úr hesum samstarvinum, sum nú er sett á kjøl, sigur Jógvan Thomsen, sum hevur góðar vónir um, at eitt gróðrarríkt samstarv verður í samanløgdu kommununi.
Ein partur av sáttmálanum, sum nú verður undirskrivaður, bindir samanløgdu kommununa at byggja ein nýggjan barnagarð í Nólsoy í komandi setu (2005-2009). Ein annar partur er, at arbeiðir skulu gerast í Nólsoy í hesum árinum fyri eina miljón krónur.