Eru veðhaldini frá 80?unum burtur?

Kaj Leo Johannesen
Løgtingslimur

Politiska kjakið, sum hevur verið ta seinastu tíðina um einskiljingar, hevur eftir mínum tykki ikki megnað at lyft kjakið upp á eitt støði, har tað hoyrir heima. Tað er okkara ábyrgd sum politikkarar, at hetta verður gjørt so munagott, at øll skilja fyrimunir og vansar við, at tað almenna veðheldur fyri vinnulívinum, ? júst tað sum øll vóru á einum máli um, ongantíð skuldi henda aftur.
Havi ikki verið ein av teimum, sum vil einskilja fyri ein og hvønn prís, men eg dugi at síggja, at tað eru fá lond eftir í heiminum, har tað almenna samtíðis sum tað eigur meginpartin av primervinnuni, er størsti kappingarneyti hjá tí privata vinnulívinum. Hetta er ein mótsøgn og er ein bygnaður, sum ongan møguleika hevur í longdini. Vit skulu minnast til, at alt er møguligt so leingi vit seta met í prísum og landingum, men hvussu verður, tá nøgdir og prísir koma á eitt normalt støði aftur?
Tað almenna hevur ein vága í vinnulívinum í dag, sum ikki kann góðtakast, havandi í huga, at vit øll vóru á einum máli um, at tað almenna ongantíð aftur skuldi hefta fyri vinnulívinum. Vit vita, at landið var í undantaksstøðu í 92, og at spekulatión og væntandi stýring órættvíst vórðu løgd á herðarnir á okkum øllum. Men hettar skuldi alt verða ein fyribilsloysn.
Tað sum síðani er hent er, at fyribilsloysnin er komin at virka í einum umhvørvi, har alt gekk nógv betur enn vit kundu væntað bæði við fiskanøgdum og prísum, tær almennu fyritøkurnar hava fingið ein so stóran leiklut, at politikkararnir hava ikki megnað at skapt ein neyðugan dialog, um framtíðina av hesum fyritøkum. Tað gongur væl hjá øllum í løtuni, so nú er rætta tíðin at tosað um endaliga at fáa veðhaldspolitikkin frá 80?unum burtur.
Ein møgulig niðurgongd í búskapinum hjá teimum fyritøkum sum almennir grunnar eiga, ella hin almenni bankin fíggjar, kann í ringasta føri merkjast sum beinleiðis tap í okkara landsbúskapi.
Vit politikarar eru valdir til at skapa bestu treytir fyri borgararnar at virka undir, og eisini at varða um ognir teirra.
Vit mugu fáa størri gjøgnumskygni í øllum tí sum fyriferst í samfelagnum, og ikki goyma møgulig álvarslig árin á henda hátt.
Tað er heldur ikki rætt, tá nakrir av okkara fremstu búskaparfrøðingum tosa um, at stuðulin er burtur úr føroysku vinnuni. Stuðulin er bert fluttur út í almennar grunnar, meðan veðhaldið liggur í somu grunnum og møguliga eisini í tí almenna føroyska bankanum.