Eru í vanda fyri at fara í havið

Leivdir eftir 1700 ára gamla búseting á Sandi er við at fara fyri skeyti og nú blæsur borgarstjórin í ávaringarlúðurin

Nú er bakkatromin komin so langt niðan, at vandi er fyri at fornminni fara fyri skeyti.

 

Tað ger Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi vart við, nú løgtingið fer at samtykkja fíggjarlógina fyri næsta ár. Og í tí sambandi vil hann hava Løgtingið at seta pengar av til at bjarga hesum fornminnum.

 

– Í nógv ár hevur tað víst seg at bakkin á Sondum heima á Sandi máast burtur. Veðrið í vetur hevur enn einaferð máa burturav bakkanum, sigur borgarstjórin.

 

Og nú blæsur hann í ávaringarlúðurin fyri Løgtinginum, tí hann vísir á, at fornfrøðiligar rannsóknir á staðnum hava víst at leivdir eru eftir búsetingum um ár 300 – 400.

 

– Hetta eru elstu prógv um búseting í Føroyum og talan er tí um sera týðandi fornminni, sum fornfrøðingar eru samdir um mugu verjast. Harumframt stendur eitt gamalt gróthús bert ein hálvan metur frá bakkatromini og verður einki gjørt, fer bakkin undan tí, sigur hann.

 

Fornminnissavnið hevur gjørt kanningar í bakkanum og hevur í tí sambandi roynt at tryggja bakkan við at flyta grót úr fjøruni niðan móti bakkanum, men hetta hevur ikki riggað, sigur borgarstjórin.

 

Landsverk hevur verið á staðnum saman við Fornminnissavninum og kannað málið, og niðurstøðan er, at tað er ikki ráðiligt at gera eina verju frammanfyri bakkanum uttan at kanna undirlendið fyrst.

 

– Av tí at talan partvís er um sandstrond, er ikki ráðiligt at leggja grót út sum verju, uttan at kanna, hvussu tað fer at  ávirka alduna. Harumframt er ein natúrligur flutningur av sandi fram við strondini sum eisini kann broytast.

 

Eftir tilmæli frá Landsverki og Símuni Arge, fornfrøðingi, mælir Brandur Sandoy til at 250.000 krónur verða settar av á fíggjarlógini,  har ein partur skal brúkast til projektering og ein partur til tey tiltøk sum skulu gerast fyri at tryggja bakkan.