Eru tryggjað løn úr Als undir verkbanninum

Tey, sum arbeiða á flakavirkjum og sum ikki sleppa til arbeiðis nú fiskiflotin er lagdur, fáa útgjald úr Als.

Tað staðfestir Ernst Jacobsen, stjóri í Arbeiðsloysisskipanini. Tey, sum eru í fiskavirkisskipanini hjá Als, eru tryggjað útgjald úr Als fyri 32 tíma arbeiðsviku, tá ið rávørutrot er.

Og tá ið ongin fiskur verður avreiddur, av tí at flotin liggur, verður tað mett sum rávørutrot og sostatt fáa tey útgjald úr Als eftir vanligum reglum, staðfestir stjórin.

Hinvegin hava tey, sum eru í verkfalli, ikki rætt til útgjald úr Als, leggur hann afturat.

Annars er at kalla onki fiskaarbeiði á landi í hesum tíðum, tí stutt fyri jól lótu øll virkini hjá Fiskavirking aftur og nú er fiskiflotin eisini lagdur.

Sostatt er tað bara útróðrarfiskur, sum verður avreiddur.