- Vit fara aldrin at góðtaka, at Danmark fer at boykotta Føroyar einaferð afturat.
Tað staðfestir Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.
Og nú hann leggur valskránna hjá Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið, fram, staðfeastir hann eisini, at skuldi tað komið til skarpskeringar á hasum øki, verður ein fólkatingslimur fyri Fólkaflokkin til reiðar at fella stjørnina.
Hann sipar til, at Danmark boykottaði Føroyar í Makrelstríðnum og har heldur hann, at føroyski fólkatingslimurin fyri Javnaðarflokkin ikki hevði eina nóg greiða støðu.
- Tað er heilt óhugsandi, at vit høvdu góðtikið yvirhøvur, at Danmark boykottaði utflutning úr Føroyum, og stongdi sínar havnir fyri føroyskum skipum, so verður tað neyðugt, høvdu vit tikið stuðulin til stjórnina aftur, leggur hann dent á.
Veljarakanningar vísa, at javnvágin ímillum reyða blokkin og bláa blokkin á fólkatingið, verður hárhvøss. Og sostatt er tað væl trúligt, at tað verður tey bæði fólkatingsumboðini ur Føroyum og í Grønlandi, sum verða tungan á vágskálini, og sum koma at gera av, um tað verður Lars Løkke Rasmussen í Vinstra, ella Helle Thorning-Schmidt úr sosialdemokratunum, sum verður forsætisráðharri og skipar stjórn eftir valið.
Jørgen Niclasen ger greitt, at eitt umboð fyri Fólkaflokkin á Fólkatingið hevði stuðlað Lars Løkke Rasmussen, tí hann hevur ein betri politikk, eisini fyri Føroyar.
- Eitt nú vil hann tálma tilflytingini til Danmark og tað hóvar okkum væl, sigur Jørgen Niclasen.
Hinvegin heldur hann ikki, at tað mest týdningarmikið er at skipa stjórn.
- Tað mest týdningarmikla verður tað politiska arbeiði eftir at stjórnin er skipað, og fáa vit eina reyða stjórn í Danmark, eru vit avgjørt sinnað at samstarva, sigur Jørgen Niclasen.










