Eru til reiðar at taka ímóti vetrinum

Nú kann kavi og hálka verða hvørja løtu tað skal vera, men á Landsverki eru tey til reiðar. Seinasti vetur var kaldur, men góður

 

Á hvørjum ári hittast arbeiðsfólkini í vetrarhaldinum hjá Landsverki kring landið til ein vetrarfund at umrøða vetrarhaldið hjá stovninum tann veturin, sum stendur fyri durum.

 

Hagtøl vísa, at oftani er fyrsta hálkan í september ella í oktober mánaða, og tað kann vera hált og kavi heilt út í apríl og enntá mai.  

 

Men mangan tykist tað sum at fyrsta hálkan kemur óvart á, siga tey á Landsverki. 

 

- Bilførarar verða ofta tiknir á bóli av fyrstu hálkuni ella kavanum, og alt ov nógvir bilar eru ikki nóg væl skøddir, tá hetta hendir, sigur  Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki í Norðurøkinum.

 

- Tað var eisini síðsta vetur, og av tí sama vóru fleiri minni ferðsluóhapp og skaðar, sigur hann

 

- Eitt annað sum var sermerkt fyri seinasta vetur var kuldin. Fleiri ferðir vóru eini 5-6 kuldastig, so veturin var kaldari enn árini frammanundan við fleiri samanhangandi hálkudøgum. Serliga ringt var tað í tíðarskeiðnum frá 18. november til 10. mars.

 

Seinasta vetur var fyrsti hálkudagur 24. oktober. Tá var vandi fyri hálku á Vestmannavegnum, Oyggjarvegnum, Millum Fjarða og við Skálafjørðin og hendan dagin vóru 2,6 tons av salti stroydd á teir vegateinarnar. Seinasti hálkudagur í fjør var 27. apríl.

 

Samanlagt vóru tað 114 hálkudagar seinast vetur, og fyri at basa hesum hálkudøgum nýtti Landsverk 3.468 tons av vegsalti og 822 rúmmetrar av lakasalti. 

Kavaruddingin kostaði tilsamans 5,1 milliónir krónur og harafturat kostaði saltið 4,8 milliónir krónur. Tað vil siga í alt kostað vetrarhaldið seinasta veturin, 10,5 milliónir krónur, og tað er á leið tað sama, sum seinastu vetrarnar hava kostað í kavarudding.

- Veturin 2015-16 var sostatt ein kaldur vetur við nógvum samanhangandi hálkudøgum - men tó var talan um ein friðaligur vetur við minni vindi og færri hvirlum, sigur Landsverk.