Tað er ólógligt av reiðarunum at draga útreiðslurnar til at keypa kvotur frá, áðrenn manningin fær sín part. Tað heldur Maskinmeistarafelagið og verður tað neyðugt, er felagið til reiðar at fara víðari við málinum.
Tað staðfestur Ólavur Gunnarson, formaður í Maskinmeistarafelagnum. Hann sipar til, at reiðararnir hava tikið sær rættin til at draga útreiðslurnar til at keypa kvotur, frá, áðrenn manningini verður avroknað, og sostatt missur manningin rættiliga fitt í hýru
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum er grundleggjandi ósamdur við Reiðarafelagið um hendan sourningin
– Reiðarafelagið byggir sína niðurstøðu ein gerðarætardóm frá 2013, har tríggir av fimm dómarum í gerðarrættunum góvu teimum viðhald, sigur hann
Men hann vísir á, at ein av fremstu grundgevinunum hjá gerðarrættinum var, at her var einans talan um eina einstaka royndaruppboðsølu av 20.000 tonsum, og at hettar tískil ikki fór at fáa víttfevndar avleiðingar fyri manningarnar.
– Maskinmeistarafelagið heldur ikki at hettar kann nýtast sum fordømi, nú er talan um varandi viðurskifti, undir einari nýggjari fiskivinnuskipan, tí tað fer sostatt at fáa víttfevndar avleiðingar fyri manningarnar.
– Maskinmeistarafelagið er til reiðar at fara víðari við málinum, gerðst tað neyðugt, sigur Ólavur Gunnarson.
– Vit ásanna, at støðan er álvarslig, og vit fara at gera alt vit kunnu, at forða fyri at manningarnar koma at bera kostnaðin av kvotukeypi, og harvið fáa ein sera ógvusligan lønarniðurskurð, leggur hann afturat.