- Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at nakrir arbeiðsgevarar ikki vilja lata handverkarum ta eftirløn, teir hava rætt til.
Tað sigur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag.
Tað er síðani Løgtingið samtykti lógina um eftirløn, at trupulleikin hevur tikið seg upp. Tað stendur í lógini, at øll skulu rinda sína egnu eftirløn og at gjaldið skuldi hækka eitt prosent um árið, til tað var komið upp á 15 prosent.
Í løtuni er gjaldið til eftirløn, tvey prosent av hvørjari løn.
Hinvegin er støðan tann, at rættiliga nógv fakfeløg hava longu eina eftirlønarskipan, har tað er avtala í lønarsáttmálan við arbeiðsgevarar, hvussu stór eftirlønin skal vera.
Og tað eru nógvir fakbólkar, sum rinda nógv meiri enn tvey prosent í eftirløn
- Í Havnar Handverkarafelag eru vit longu komin upp á 15 prosent í eftirløn, sigur formaðurin.
Men trupulleikin er, at tað eru upp í einir 15 arbeiðsgevarar, sum tvíhalda um at halda seg til ta, Løgtingið hevur samtykt.
- Tí skúgva teir tað til viks, sum stendur í sáttmálanum, og lata handverkarum tvey prosent í eftirløn, tí tað halda teir, at teir kunnu - við lógini í hondini.
Eli Brimsvík sigur, at upprunaliga skuldi tað standa í lógini, at har eftirløn er ásett í lønarsáttmála við arbeiðsgevarar, skuldi tað vera galdandi.
- Men tað varð tikið burtur úr lógini og tískil hava nakrir arbeiðsgevarar tikið sær ta frælsi, at lækka eftirlønina niður í tvey prosent, sum stendur í lógini, og skúgva tað til viks, sum stendur í sáttmálanum.
Eli Brimsvík sigur, at tað fer felagið ikki at lata um seg ganga og í gjár høvdu tey fund við landsstýrið, sum er sinnað at kanna málið.
- Ein máti er at broyta lógina so at tað stendur í henni, at har eftirløn er ásett í lønarsáttmála við arbeiðsgevarar, skal tað vera galdandi.
Men hann staðfestir, at koma viðurskiftini ikki í rættlag, eru Havnar Handverkarafelag til reiðar at fara í rættin við málinum, sigur Eli Brimsvík.
Hann leggur afturat, at tað er ikki bara tað, at handverkarar ikki fáa ta eftirløn, teir hava krav uppá.
- Hetta er eisini rættiliga kappingaravlagandi mótvegis teimum arbeiðsgevarum, sum rinda ta eftirløn, teir skulu, men sum sostatt hava hægri útreiðslur enn teir, sum ikki gera tað.