Eru til reiðar at binda frið í trý ár

Arbeiðarafeløgini eru til reiðar at gera eina sáttmála við arbeiðsgevararnar sum tryggjar frið á arbeiðsmarknaðinum í trý ár. Afturfyri vildu tey hava 15 krónur meir um tíman tilsamans

- Nú er tað neyðugt at tímalønt fáa eina munandi lønarhækking.

Tað sigur Ingeborg Vinther.

Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tískil hava arbeiðarafeløgini kravt, at tímalønin skal hækka fimm krónur um árið.

Afturfyri vórðu tey sinnað at gera ein trý ára sáttmála, sum er eitt ár longri enn vanligt.

Sostatt kravdu tey, at tímalønin skuldi hækka 15 krónur tilsamans.

- Hetta hevði tryggjað arbeiðsfriðin í trý ár og tað er í samsvari við rákið nú á døgum, bæði í Føroyum og í londunum rundanum okkum.

- Tað átti eisini at verið ein stórur fyrimunur hjá virkjunum, sum gevur teimum heilt aðrar møguleikar at leggja til rættis.

- Men tað er greitt, at vit gera ikki ein trý ára sáttmála, fáa vit ikki eina munagóða lønarhækking afturfyri, sigur hon.

Umframt lønarhækkingina vilja arbeiðarafeløgini hava eitt prosent afturat í eftirløn um árið, til eftirlønin er komin upp á 15% av lønini, soleiðis sum landsstýrið hevur boðað frá, er ein hóskandi eftirløn.

Sáttmálasamráðingar hava verið ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar seinastu vikurnar, men tað endaði úrslitaleyst og tí er semingsmaðurin boðsendur.

Ingeborg Vinther vil ikki siga, hvat mótspælið frá arbeiðsgevarunum var.

Men hon staðfestir, at tað er rættiliga langt ímillum partarnar.

Hon staðfestir eisini, at kravið frá arbeiðarafeløgunum er so lagaligt, at har er onki at slaka av.

- Vit hava staðfest, at keypiorkan hjá verkafólkið hevur staðið í stað seinastu árini, samstundis sum tey betri løntu hava fingið væl størri keypikraft.

Samstundis staðfesta vit, at keypiorkan hjá øllum teimum, sum ikki hava fulla tíð á fiskavirkjum og aðrastaðni, hava minni keypiorku nú, enn tey hava havt.

Ingeborg Vinther sigur, at tí má tímalønin hækkast nú, so at vit kunnu byrja at javna munin út ímillum lønarbólkarnir.

Av tí at tað er so langt ímillum partarnar, veit Ingeborg Vinther ikki um hon skal vænta, at tað eydnast at finna eina loysn í sátt og semju, hóast hon vónar tað besta.

 

Hava lovað at tiga

Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum vil ikki siga, hvat tilboðið frá arbeiðsgevarunum var.

- Semingsmenninir hava álagt okkum ikki at siga nakað, so vit tiga, sigur hann.

Hann staðfestir kortini, at langt er ímillum partarnar.

- Krøvini frá arbeiðarafeløgunum er ein hækking upp á 18,5% tilsamans hesi trý árini, sigur Jan Mortensen.

Og tað er meiri enn arbeiðsgevararnir halda vera ráðiligt.

Ì ár eru nakrir sáttmálar gjørdir á almenna arbeiðsmarknaðinum og teir liggja allir um 3% um árið.

Kunnu vit so gita, at tykkara tilboð til arbeiðarafeløgini hevur ligið har á leið?

- Tit kunnu gita sum tit vilja, men tit fáa onki svar, sigur Jan Mortensen.