Samráðingar
Nú hava arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir lagt til brots at samráðast um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fer úr gildi 30. apríl.
Fyrsti fundurin ímillum partarnar var mánamorgunin, har teir hvør í sínum lagi løgdu krøvini til ein nýggjan sáttmála fram.
Men ongin av pørtunum vil siga eitt orð um, hvørji krøvini eru, tí teir hava avtalað, at hava tey innanveggja.
Partarnir fara nú hvør til sítt at viðgera krøvini frá hvørjum øðrum og so hittast teir aftur um eina viku.
Hóast ongin vil siga nakað um krøvini, verður sagt, at tann fyrsti fundurin var sum hann plagar at vera.
Øll tey fýra arbeiðarafeløgini, sum hava sagt sáttmálan upp, samráðast í felag. Tey eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmanna- og Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.
Sum einasta felag í landinum, hevur Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag gjørt av ikki at siga sáttmálan upp, so teir eru heldur ikki við í samráðingunum.
MYNDATEKSTUR: Mynd av Samráðingum
Arbeiðarafeløg og Arbeiðsgevarar sita enn einaferð yvirav hvørjum øðrum í samráðingum. Seinastu ferðirnar er tað endað við arbeiðssteðgi, men tað vóna tey bæði at sleppa undan hesuferð. Savnsmynd