Eru tørnað til aftur

Í síðstu viku vórðu bara 29 metrar boraðir

Arbeiðið upp á at bora Sandoyartunnilin er nú byrjað aftur eftir høgtíðina. Men byrjað var í smáum tí felagið, sum ger tunnilin, sigur, at í farnu viku varð bara arbeitt við einari vakt og tá vórðu 27 metrar boraðir tilsamans.

Nú eru tilsamans 2.159 metrar boraðir av tunlinum, sum annars er 10.785 metrar langur.

Í Traðardali vórðu 12 metrar boraðir í farnu viku og har eru nú 1.311 metrar boraðir tilsamans.  Á Gomlurætt vóru 15 metrar boraðir í farnu viku og har eru tilsamans 848 metrar boraðir. 

Annars plagdu borað væl yvir 100 metrar um vikuna, onkuntíð eisini yvir 150 metrar og nú fer eisini meiri ferð at koma á arbeiðið aftur.