Eru styrkt í trúnni

Samgongusamráðingarnar ímillum Javnaðarflokkin, Miðflokkin og Tjóðveldi, halda fram í dag, men nú eru bara snøklar eftir. Men so skulu málsøkini býtast ímillum teir tríggjar flokkarnar og tað kann elva til trupulleikar

Tá ið teir tríggir flokkarnir, sum royna at skipa eina nýggja CHE samgongu, fóru hvør til sítt klokkan tvey í nátt, var tað í øllum góðum, at teir skiltust.

Og tá vóru teir komnir so mikið langt í royndunum at skipa eina samgongu, sum ongantíð áður er roynd í føroyskum politikki, at nú trúðu tey flestu, at tað fer at eydnast.

- Vit hava fingið samgonguna at borði og nú ivist eg heldur ikki í, at vit eisini fáa hana umborð, segði eitt av samráðingarfólkunum.

Tinglimir í samráðingum hava fingið boð um at siga sum minst fyri ikki at órógva samráðingarnar og tað hava teir hildið – næstan- tí tað tann sum lurtar, fær altíð ein smábita at hoyra her og ár sum so kann setast saman til eitt pusslispæl, ið liggur so nøkunlunda.

Ì gjár sótu teir í samráðingum í 17 tímar og floksformenninir eru eitt sindur ymiskir á máli um, antin CHE samgongan kemur í eygað.

Snávingarsteinarnir hava verið nakrir á vegnum, men enn sær ikki út til, at nakar hevur verið so hálur, at tey eru gliðin út í.

Tann fyrsta avbjóðingin kom, tá ið Gerhard Lognberg, Sandoyartingmaður, setti tað ófrávíkiliga krav, at arbeiðið at gera Sandoyartunnilin, heldur fram um ætlað.

Tað stóð rættiliga nógv á bæði Gerhardi og samgonguni í hesum sambandi. Týsdagin mátti Javnaðarflokkurin í einrúm í langa tíð og eftir tað fóru tey øll aftur á fund, uttan Gerhard Lognberg, sum gekk og válaði aftur og fram í einsem, samanbitin og tað var týðiligt, at hann hevði ongan frið á sær og at hetta vóru langir tímar hjá honum.

Men í gjárkvøldið var lagið betri, tá ið gekk hann aftur ímillum fólk við einum skálkabrosi á varrunum og tað skilst, at hann hevur fingið sín vilja, tí tað fer at standa í samgonguskjalinum, at samtyktar samferðsluútbyggingar halda fram sum ætlað. Politikarar í samráðingunum siga, at tað merkir, at løgtingslógin um Sandoyartunnilin verður ikki broytt og har stendur, at farast skal undir tunnilin 1. november í 2009.

Tjóðveldi hevði eisini ein trupulleika í hesum samband, tí endar hetta við samgongu er óhugsandi, at ikki onkur av tingmanningini fer í landsstýrið og so kemur sandoyartingmaðurin Páll á Reynatúgvu á ting og hann hevði heldur ikki góðtikið, at pilkað verður við Sandoyartunnilin.

Hinvegin stúrdu summi fyri, at tey etisku málini fóru at verða ein trupulleiki, men tað merktist ikki so nógv til tað. Har eru serliga Miðflokkurin og Tjóðveldi sum eldur og vatn, men har eru flokkarnir so komnir til ta salamonsku loysnina um, at lítið og onki skal henda á tí økinum í hesum valskeiðnum.

Hinvegin tykist semja vera um, at tey mál skulu yvirtakast, sum hava samband við tey fýra frælsini og limaskap í EFTA.

Onkrar aðrar yvirtøkur verða kanska eisini, kanska løgreglan, sum hevur verið eitt hjartamál hjá Tjóðveldinum í ein mansaldur.

Hinvegin er meiri ógreitt, hvussu ymsar útbyggingar verða raðfestar og eitt samgonguskjal fer at hava rættiliga rundar orðingar á hesum øki, har ávísar útbyggingar ikki verða nevndar beinleiðis.

Tað stendur heldur ikki, at Skálafjarðartunnilin skal leggjast í eitt alment partafelag, saman við øllum hinum undirsjóvartunlinum, men tað er hetta, sum er endamálið.

Kortini fer samgonguskjalið helst at hava orðingar sum um at allar útbyggingar skulu verða liður í eini langtíðar raðfesting við einum ítøkiligum fíggingarleisti.

Tað hevur eisini verið upp á tal, at ein fólkaatkvøða skal vera um eina føroyska stjórnarskipan, men beint nú er óvist um tað kemur við í samgonguskjalið.

Hinvegin gekk tað væl hjá flokkunum at semjast um útbúgving, gransking, mentan og tey bleytu virðini.

Væntað verður, at allur dagurin fer við at samanskrivað samgonguskjalið og at fáa semju um tær seinastu orðingarnar.

So verður farið at býta málsøki seint í kvøld, ella nátt og gongst illa, verður tað í morgin.


Veikleiki og styrki

Eydnast tað at finna semju, verður hetta ein samgonga við 17 tinglimum og tað merkir, at bara ein einstakur leypir frá, missur samgongan meirilutan.

Politikarar eru eitt sindur ójavnir á máli um, hetta er ein veikleiki enn ein styrki. Summi halda, at tað ver vágaligt, tí so kunn einstakir tinglimir blokera fyri ætlaða politikkinum. Tað vóru fleiri dømi um í undanfarnu samgongu, at politikarar spældu fríspæl.

Aðrir halda, at tað er ein styrki, tí tað tvingar alla samgonguna at halda saman og at tað fer at forða summum politikarum í at spæla fríspæl. Í undanfarnu samgongu, kundu teir loyva sær tað, tí tað var ókeypis og fekk ongar avleiðingar, tí samgongan misti ikki meirlutan kortini. Í eini CHE samgongu, skulu politikarar verða úr heilt øðrum tilfari, tí tann, ið ikki gongur í takt, setir samgonguna og samfelagið í vanda og tað fer uttan iva at leggja bond á teir, ella verða teir lagdir í bond.