Eru sonevndir serfrøðingar verðuligir serfrøðingar?

At Føroyar hava heimsins bestu veiðuskipan við fiskidagaskipanini, eri eg ikki í iva um, og henda hevur prógvað sítt virði síðani hon var løgd fram av Ivan Johannesen og samtykt á Løgtingi fyri 10 árum síðani.

Alfred Olsen
Sambandstingmaður


Tað eru nú onnur lond í Evropa, sum eru áhugaði fyri okkara fiskidaga-skipan, bæði tá talan er um burðardygga veiðu, stovnsrøkt og í samband við útblaking av fiski.

Marknaðarføra fiskidagaskipanina
Tá nú fiskidagaskipanin hevur víst seg at vera góð, eiga vit at marknaðar-føra hesa skipan, so onnur lond kunnu hava hesa sum fyrimynd fyri teirra áseting av fiskiskapinum. Hetta verður gjørt bæði av vinnuni sjálvari og av politikarum, meðan størsta mótstøðan móti skipanini kemur frá sonevndum serfrøðingum her heima, sum stempla fiskivinnupolitikkin sum tápuligan.

Serfrøðingar
Somu serfrøðingar siga í bløðunum, at rættast hevði verið, at fiskivinnan ikki var stýrd av tí politiska myndugleikanum, men av serfrøðingum, tí serfrøðingar eiga at stýra okkara fiskivinnu.

Fyri mær er tað heilt greitt, at tað serliga eru serfrøðingar sum mangla innlit í fiskivinnu og sum onki hava havt við fiskivinnuna at gera, sum stempla fiskivinnupolitikkin at vera tápuliga, og vísa á, at teir hava loysnina, sum er at skerja fiskiflotan niður í helvt, tí nøgdin av veiddum fiski vil kortini blíva tann sama, tí tað plagar hon at vera.

Hesir serfrøðingar í Føroyum í dag, yvirmeta seg sjálvan í so stórt mát, at serfrøðin er við at blíva fávitska. Hetta er møguliga orsøkin til, at krav er komi um, at vit skulu kanna ráðgevingina frá Fiskirannsóknarstovuni.

Sjómenninir
Eg ivist ikki í, at sjómenninir eru bestu serfrøðingar, tá talan er um fiskiveiðu undir Føroyum, og hevur hetta eisini víst seg í veiðuni eftir upsa, har serfrøðin í 2005 mælti til 25 % niðurskurð og 10 % afturat í ár, meðan sjómenninir mæltu til sama fiskidagatal, tí veiðutrýstið var hóskandi, og tað hevur víst seg at vera rætt.

Somu sjómenn mæla til varsemi í veiðuni eftir toski, men hildu, at stovnurin toldi verandi veiðutrýst, burtursæð frá Føroya Banka, og tá tíðin hevur víst, at hald hevur verið í teirra ráðgeving, vóru vit kanska í so varnir, tá vit minkaðu fiskidagarnar, fyri at verja toskastovnin.

Men tá ført verður fram, at serfrøðingar eiga at stýra okkara fiskivinnu, í staðin fyri at hon verður stýrd politiskt, tá er serfrøðin ónýtilig og kann í ringasta føri gerast vandamikil í tráðan síni eftir makt.