Eru so spent til vikuskiftið

Tað er góður stemningur í Føroyahúsinum í dag, nú tað bert eru tríggjar dagar eftir til tann allar fyrsti Frigg Festivalurin fer av bakkastokki.

Tað er góður stemningur í Føroyahúsinum í dag, nú tað bert eru tríggjar dagar eftir til tann allar fyrsti Frigg Festivalurin fer av bakkastokki.

 

Meðan fyrireikararnir arbeiða dúgliga við at fáa alt tað síðsta upp á pláss, hevur in.fo verið ein túr í Kongens Have og tikið nakrar myndir av økinum, ið fer at verða karmur um tann fyrsta Norðurlendska festivalin í Keypmannahavn, og skjótt fer at rúma hópin av góðum tónleiki, lekkrum mati, flottum sniði, og eina rúgvu av glaðum festivalgestum.