Eru sloppin upp í fínara gastronomiska selskapið

Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, tá hann í fríggjadagin hitti matstovuvinnuna á Hotel Hafni í Havn.

 

Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, tá hann í fríggjadagin hitti matstovuvinnuna á Hotel Hafni í Havn.

 

Endamálið við fundinum millum býráðið og og tey umleið 60 fólkini úr vinnuni var, at tekniska umsitingin vildi greiða frá ymsum avbjóðingum, serliga við atliti til kloakvikurskifti í býnum. Nógv feitt kemur frá matstovukøkum, og tí vildi býráðið greiða frá, hvussu feittbrunnar virka. Tað er krav til mastovur, at ein serligur freitt brunnur er í frárenslinum, áðrenn tað fer í kloakskipanina. Og tá eru vanligu feittbrunnarnir, sum nýttir verða í sethúsum, ikki nøktandi. Ein ein serligur og munandi størri feittbrunnur skal til.

 

Á fundinum greiddi Heðin Mortensen millum annað frá, at Reinsaríið í Tórsgøtu verður liðugt í mai, og at har verður ymiskt mentanarvirksemi saman við Perluni, sum bygningurin, sum bygdur er innan fyri Reinsaríið, beint norðan fyri Miðlahúsið. Borgarstjórin greiddi eisini frá, at bygningurin hjá Bátafelagnum eisini verður liðugur í summar.

 

– Vit brynja okkum til allar hesar avbjóðingarnar, og býráðið skal tryggja karmarnar um vinnuna og syrgja fyri, at viðurskiftini eru regulerað. Alt hevur tó sínar avmarkingar frá býráðsins síðu, segði hann.

 

Borgarstjórin fegnaðist um vøkstur og framgongd í matstovuvinnuni.

 

– Í Danmark hava matstovurnar fingið 15 Michellinstjørnur, og tað hevur broytt viðurskiftini ótrúliga nógv. Tað kundi akkurát tað sama verið Føroyar. Slíkt viðførir nógv ferðafólk – tað vit kalla mat-ferðafólk, segði Heðin Mortensen.

 

Hann vísti á, at seinnu árini er serligur vøkstur at síggja í undirhalds- og matferðavinnuni, sum hevur skapt einastandandi úrslit.

 

– Vit eru sloppin upp í tað fínara gastronomiska selskapi. Hetta hevur stóran týdning fyri býin. Vit í Tórshavnar býráð skulu skipaf yri, at alt er í lagi og at lógir og reglugerðir verða fylgdar. Okkara uppgáva er harumframt at stuðla politiskt, segði Heðin Mortensen.