Ætlanin við hesum reglum er ikki at sparka mannin, ið er fallin til jarðar. Men, júst í hesum døgum er oyggjafólkið fyri norðan tíðun at hoyra og síggja í fjølmiðlunum, og eyðkennt fyri hesar sendingarnar er, at norðuratlantiska ættarfólkið velur eingilsku tunguna, tá samskift verður við málsligu ættarfókini í norðurlondunum, framum eina norrøna tungu.
Íslendingar hava allan rætt til at nýta sína málsligu orku og kunnan sum teimum hugar – men, eg skilji ikki hví supernorðbúgvanir finna tað neyðugt at nýta angelsaksiskt tungumál, tá teir samskifta við norðurlendsku brøðrartjóðurnar? Og hettar sigi eg júst tí at íslendingar hava verið dugnaligir til at selja seg sjálvar sum supernorðbúgvarnir, ið framum okkum onnur hava megnað at varðveita norrønt mál, norrøna søgu og mentan.
Kannska íslendingar einga at læra, at í norðurlondum eru vit enn norrøn og tosa norrøn mál og ikki angelsaksisk, tá vit samskifta okkara millum. Tann ósiðurin, ið alt meira er ein veruleiki í dag, at yngri fólk í Skandinavia velja at tosa saman á eingilskum í staðin fyri hvør á sínum móðurmali, er eitt tekin um mentunnarligt og málsligt fatakradømi, heldur ein um eina nýtimans heimsborgaramentan!
Tey árini eg arbeiddi í London, var eg av og á við til norðurlendarkar samkomur, har íslendingar róðu frammundir, at vit áttu at nýta eingilskt sum samskiftismál. Men vit sýttu fyri hesum við teirru grundgeving, at tá finnar funnu seg í at nýta svenskt í norðurlendskum høpi, so kundu íslendingar, sum norðbúgvar, eisini nýta eina norrøna tungu i teirra samskifti við okkum.
Eg havi eisini verið úti fyri, at sera dugnaligir íslendskir tónleikarar, ið hava nýtt Samuelskirkjuna til venjingar ella framførslur, hava tosað við meg á eingilskum - men, eg svarðaði aftur á mínum gatudanska! Tí hóast eg kenni meg sum heima á eingilskum, so tykist tað mær fremmant at tosa eingilskt við ein norðbúgva í Norurlondum.
Kannska eri eg tann einasti, ið er so erkvisin í hesum sambandi? Men tað frøddi meg kortini, tá eg í kvøld hoyrdi íslendska forsatismálaráharrann tosa gott norskt í sending í svenska sjónvarpinum. Onkusvegna býður tað mær ímóti sum norðbúgvi at byrja samrøðuna við eina annan norðbúgva við at siga: Do you speak English?