Eru sinnað at tosa

Eisini bygdaráðið í Fámjin er áhugað í ætlanini hjá landsstýrinum at byggja ein skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági men tað kann ikki taka støðu, sum málið liggur nú

Skúladepil og røktarheim

Nú hevur eisini bygdaráðið í Fámjin viðgjørt ætlanina hjá landsstýrinum um at byggja ætlaða heilsuskúlan og miðnámsskúlan í Suðuroy í ein skúladepil í Hovi og at byggja røktarheim í Vági ístaðin.
Og eins og hinar kommunurnar í Suðuroy, halda eisini fámjiningar, at teir vita alt ov lítið um ætlanina til at bygdaráðið kann hava eina støðu til málið.
Men bygdaráðið vísir kortini ikki málið frá sær.
Á bygdaráðsfundi hósvøldið viðgjørdi bygdaráðið ætlanina og og har varð samtykt, at bygdaráðið fer fegið á fund við landsstýrið at fáa fleiri upplýsingar.
Og fyrrenn tann fundurin hevur verið, kann bygdaráðið ikki taka støðu.
Annars hildu bygdaráðslimir í Fámjin, at avgerðin um skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági fer neyvan at standa ella fella við, hvørja støðu fámjiningar hava til spurningin.
Tí sóknaðust fámjiningar fyrst og fremst eftir, hvørja støðu tær báðar stóru kommunurnar, Vágur og Tvøroyri, hava til málið.