Eru sinnað at fíggja tunlar við bummgjaldi - úr Norðoyatunlinum

Samgongan er sinnað at finna óvanligar fíggingarhættir fyri at fíggja tunlarnar Norður um Fjall

 

– Vit kanna allar møguleikar fyri at finna fígging til tunlarnar Norður um Fjall. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum og í fíggjarmálum.

Spurningurin um tunlarnar Norður um Fjall er reistur óteljandi ferðir í Løgtinginum, og tað var hann aftur nú handan dagin, tá ið Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, spurdi landsstýrismannin, hvussu støðan er viðvíkjandi tunlunum Norður um Fjall.

Jørgen Niclasen, sigur, at fleiri møguleikar eru fyri at finna fígging til tunlarnar. Hann vísir á, at nú fíggjarlógin verður løgd, skal ein ein íløguætlan leggjast, har íløgur av ymsum slagi skulu leggjast í eina fasta íløguætlan.

Hetta er eisini galdandi fyri tunlar. Men Jørgen Niclasen sigur, ein møguleiki, sum avgjørt er til staðar, er at lata Norðoyatunnilin standa fyri at gera tunnilin og at fíggja hann við bummgjøldum, men alt tað verður greitt, tá ið fíggjarlógin er løgd.

 Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, heldur, at tann loysnin eigur at verða brúkt, har Norðoyatunnilin stendur fyri at gera tunlarnar Norður um Fjall, tí so kann landiskassin rinda norðoyatunlinum íløguna aftur, tá ið tað passar við íløguætlanina hjá samgonguni.

Hann sigur, at samferðslukervið, og samfelagið sum heild, krevja so stórar íløgur, at tær 300 - 400 milliónirnar, sum tað er vanligt at brúka  um árið, strekkja ikki til.

– Vit mugu útbyggja samfelagið nógv skjótari enn vit, tí tað skapar búskaparvøkstur, sigur hann.

Eisini Edvá Jacobsen úr Sambandsflokkinum tekur undir við eini slíkari ætlan.

Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vísir á, at tað hevur ligið í kortunum, at farast skal undir tunlarnar Norður um Fjall tá ið tað er liðugt at bora til Hvalbiar.

Hon sigur, at tað er bara at halda seg til ta ætlanina, tí so er klárt at fara undir tunlarnar Norður um Fjall næsta heyst, ella á vári í 2021.

Hon sigur, at tað er at snýta fólk at tosa um aðrar fíggingarhøttir, tí undir øllum umstøðum eru tað teir somu borgararnir, sum skulu rinda fyri tunlarnar.