Eru sera motiveraðir at venja fram til HM

(Frá Rás2) Hoyr prátið Tróndur Arge gjørdi við Helga H. Hoydal, Róa Berg Hansen, Kjartan Johansen og Teis Horn Rasmussen í hølunum hjá HSF

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við fýra spælarar, sum eru úttiknir til føroyska U21 landsliðshópin, sum skal kappast til HM-endaspælið, sum verður í Algeria, dagarnar 18. til 30. juli.

 

Tróndur Arge prátaði við Helga H. Hoydal, Róa Berg Hansen, Teis Horn Rasmussen og Kjartan Johansen.

 

Allir undirstrika, at teir hava ongantíð verið meir motiveraðir til at venja hondbólt um summarið enn júst hetta summarið, og hartil nógva styrkisvenjing. Møguleikin teir hava fingið at sleppa til eitt HM-endaspæl hevur verið ein motivasjónsfaktor uttan líka.

 

Tróndur Arge spurdi eisini teir fýra spælararnar um vónirnar fyri einum góðum úrsliti til HM-endaspælið.

 

Spælararnir, sum eru úttiknir til HM-hópin eru hesir:

Málmenn: Niklas Simonsen, Skjern og Hørður Trygvason, Flensburg-Handewitt

Útileikarar: Helgi H. Hoydal, H71, Áki Egilson, VÍF, Hilmar Leon Jakobsen, H71, Fríði Hammer Weyhe, KÍF, Kjartan Johansen, StÍF, Jónas G. Djurhuus, H71, Pætur Mikkjalsson, Neistin, Teis Horn Rasmussen, Neistin, Pætur Johansen, StÍF, Brandur Halgirsson, Flensburg-Handewitt, Pætur Thomsen, H71, Rune Olsen, Neistin, Rói Berg Hansen, Neistin og Sjúrður Olsen, VÍF