NSÍ hevði avgjørt eitt góðkent kappingarár í fjør, tá hugsað verður um stóru frágongdina fyri kappingarbyrjan. Felagið hevur tó ikki valt at halda fram við Kára Reynheim sum venjara. Felagið er í samráðingum við nýggjan føroyskan venjara.
«Eg kann vátta, at vit eru í samráðingum við ein venjara. Vit vóna, at tað kemur upp á pláss um vikuskiftið, ella fyrst í komandi viku, sigur Kinna F. Olsen.
NSÍ hevur verið í samráðingum við annan venjara, men tær samráðingarnar komu ikki á mál.
Hon metir ikki, at tíðin uttan venjara hevur ávirkað fyrireikingarnar til komandi kappingarár.
«Nei tað haldi eg ikki. Fleiri av leikarunum eri ótolnir eftir at sleppa í gongd, men annars ikki, sigur forkvinnan víðari.
Í Runavík arbeiða tey eisini við at styrkja um hópin til komandi ár.
«Vit arbeiða við at styrkja um verjupartin, sigur Kinna F. Olsen at enda.










