Næsta ár fer danska fólkatingið at játta 11,5 milliónir á fíggjarlógini til eitt endamál í Havn og eitt endamál í Klaksvík.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sigur á Facebook, at tað er ítøkiliga úrslitið, nú hann hevur verið í samráðingum við danska fíggjarmálaráðharran um fíggjarlógina hjá danska statinum fyri næsta ár.
Sjúrður Skaale sigur, at í ár hevur danska fólkatingið játtað tríggjar milliónir til at gera Gamla Hospital í Havn, liðugt, men tað rakk ikki til, so næsta ár everða tvær milliónir krónur afturat játtaðar til endamálið.
Tá ið tað er liðugt, er ætlanin at tað skal vera eitt sjúkrahússavn og eitt fountain-hús, sum er eitt hús fyri fólk við sálarligum trupulleikum, har tey kunnu menna seg, so at tey aftur kunnu verða ein virkin partur í samfelagnum.
Harafturat verða 9,5 milliónir játtaðar á donsku fíggjarlógini til mentanarhúsið, sum ætlanin er at gera í gamla bygninginum hjá Postverkinum mitt í Klaksvík. Játtanin verður býtt í tvey, so at ein partur verður játtað næsta ár og restin í 2020.
Tað er ein ætlan, Klaksvíkar Býráð hevur arbeitt við í arbeitt í fleiri, men sum tey ikki hava havt neyðugu fíggingina av, og hetta merkir, at nú kann farast undir ætlanina av álvara, sigur fólkatingsmaðurin.