TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við høvuðsvenjaran hjá B36, Eyðun Klakstein, sum við liði sínum var á sigurskós, men misti sigurin ímóti dystarenda, tá AB fekk eitt nógv umstrítt brotsspark, sum gjørdi, at dysturin millum B36 og AB endaði við javnleiki 1-1.
Eyðun er alt annað enn nøgdur við úrslitið, men staðfestir, at venjarar og spælarar eru prísgivnir, tá dómarin tekur eina avgerð. Hann harmast um mista sigurin, og kortini, sum hansara spælarar fingu í frustrasjón, aftaná brotsspark varð dømt til AB.










