Sum vit skrivaðu í áðni, hevur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í samferðslumálum, ongar ítøkiligar ætlanir um at strika bummgjøldini í Vágatunlinum og í Norðoyartunlinum. Hetta hevur verið ein afturvendandi spurningur á Løgtingi, men enn er eingin broyting hend. Páhaldið hjá teimum, sum vilja avtaka bummgjøldini, er, at tá ið tað varð samtykt at gera tunlarnar, var tað ein avtala, at tá ið teir vóru goldnir, skuldu teir fella til landið, og bummgjøldini skuldu takast av.
Aðrir tinglimir, sum vóru við at samtykkja tunlarnar á sinni, siga, at tað finst eingin slík avtala. Men annars staðfesti Landsstýrið ímillum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin í 2013, at tunlarnir eru ikki goldnir fyrr enn peningurin, Løgtingið setti í teir, eisini er goldin.
Men nú hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin so reist málið enn einaferð og, sum sagt, hevur landsstýrismaðurin ongar beinleiðis ætlanir um at avtaka bummgjaldið.
Uni Rasmussen sigur, at hann vil hava eina politiska semju um málið. Hann vísir á, at tað var ein partur av samferðslupakkanum hjá fyrrverandi landsstýrismanninum, Jørgeni Niclasen, at bummgjøldini skuldu takast av.
Men samferðslupakkin syndraðist, tí undirtøka var ikki fyri honum, og tí vil Uni Rasmussen nú hava eina politiska semju um málið. Av tí sama er hann ikki sinnaður at siga beint nú, hvat úrslitið verður.
Les meiri her: Ongin ætlan um at strika bummgjøldini
Men aðrir tinglimir eru ótolnir eftir at bummgjøldini verða avtikin. Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin vísir á, at tað var ein avtala í samferðslupakkanum, at bummgjaldið skuldi takast av.
– Sostatt kann Uni Rasmussen róliga avtaka bummgjøldini og seta neyðuga peningin á at halda tunlarnar fyri, á fíggjarlógina, sigur hann.
Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin. Hon sigur, at tey hava fingið lyfti um, at málið um at avtaka bummgjøldini skuldi takast upp beint eftir ólavsøku. Nú hava tey bíðað leingi, sigur hon, men hon heldur eisini, at mark skal vera fyri, hvussu leingi tey vilja bíða – og nú heldur hon, at tað er nokk.
Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum, heldur, at tað er nógv fyri at tey ikki vilja rinda 20 krónur fyri at ferðast ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Hann heldur, at øll mugu viðgerast líka, so tá ið politikarar úr Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, og Miðflokkinum, nú leggja trýst á landssyrismannin fyri at fáa hann at avtaka bummgjaldið, má tað eisini verða ókeypis at ferðast ímillum Suðuroynna og Havnina. Ein ferðaseðil við Smyrli til ein persónbil við fimm fólkum, kostar yvir 500 krónur ímeðan sami ferðaseðil kostar 20 krónur í undirsjóvartunlinum.
Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, minti á, at Fólkaflokkurin setti hart upp á, at Undirsjóvartunlarnir skuldu vera privatir, og so høvdu vit rinda bummgjald í allar ævir. Tað er bara ein orsøk til, at tað uvirhøvur ber til at tosa um at avtaka bummgjøldini og tað er, at tunlarnir eru almennir.
Henrik Old úr Javnaðarflokkinum undrast á, at tey leggja so stóran dent á, at tað skal vera ókeypis at brúka undirsjóvartunnilin. Men so mugu tey eisini leggja stóran dent á, at avtaka kostnaðin fyri at ferðast við Strandfaraskipunum.
Hann vísir á, at serliga um summarið eru tað eitt rættiliga stórt tal á útlendingum, sum koyra ígjøgnum Vágatunnilin og hann heldur, at tað er undarligt, at tey leggja so stóran dent á, at tey skulu sleppa ókeypis.