Eru Orlando og Jennifer saman?

Seinasti slaturin úr Hollywoodheiminum vil vera við, at Jennifer Aniston og Orlando Bloom nú eru komin saman. Bæði eru sera nógv umbiðin í Hollywood. Jennifer varð sera kend eftir í 10 ár at hava spælt ein av høvuðsleiklutunum í sjónvarpsrøðuni ?Vinir? í 10 ár sum Rachel Karen Green. Eftir hetta hevur hon luttikið í nógvum spælifilmum.

Allar gentur kring heimin fingu eyguni upp fyri Orlando, tá ið hann hevði leiklutin sum Legolas í ?Ringanna Harri?-triologiini.

Men nú skuldu hesi bæði altso vera saman, hóast stóra aldursmunin, sum er ímillum tey.

 

Orlando og Jennifer hava sama agent, sum fyri stuttum varð gift í Cabo San Lucas í Meksiko. Ein av gestunum til brúdleypið segði um forholdið hjá teimum: ?Tey sótu saman undir royndardøgurðanum og aftaná, og vit vóru nógv, sum vóru bilsin yvir at síggja, hvussu nógv tey flirtaðu. Tað virkaði ikki sum, at Jennifer og Orlando løgdu merki til, hvussu nógv fólk hugdu eftir teimum, tí tey hugnaðu sær so væl saman.?

 

Sjálvi siga Jennifer og Orlando, at tey bert eru ordiliga góðir vinir?