Dansifelagið Jómsvíkingar í Vági hevur kosið nakrar av trúgvu limunum til heiðurslimir.
Felagið skrivar soleiðis á facebookvanga sínum:
Mikala í Trøðini, sála, Kári Jacobsen og Arnfinnur Hjelm Bjarkhamar vórðu herfyri heiðraði sum heiðurslimir í Dansifelagnum Jómsvíkingum.
Altíð hava tey sýnt felagnum mikið hjálpsemi og alstórt trúfesti, síðani tað varð endurstovnað í 1976.
Heiðursbrævið skal eisini vera ein tøkk fyri, at tey hava verið við til at varðveita og stimbra dýrabaru kvæðamentan okkara, føroyska dansinum at frama.
Á myndini síggjast Arnfinnur Hjelm Bjarkhamar og Kári Jacobsen við heiðursbrøvunum.










