Tá ið árið í ár er farið, er Landsverk komin í helvt at bora tunnilin til Dals. Tað metir Sigurd L. Lamhauge, stjóri á. Landsverki. Tunnilin er 2.200 metrar langur og í farnu viku høvdu teir bora teir fyrstu 1.000 metrarnar og stjórin á Landsverk metir, at teir klára minst 100 metrar afturat í ár. Umframt tunnilin skulu 300 metrar av vegi gerast.
Játtanin at arbeiða fyri hevur verið lág, so tey hava bara arbeitt ein part av árinum. Tað merkir, at tað hevur gingið tvey ár at koma so langt, sum tey nú eru komin.
Í 2020 vórðu 7,9 milliónir brúktar til at gera tunnil til Dals, og 22,7 milliónir vórðu brúktar í fjør. Í ár eru níggju milliónir játtaðar til Dalstunnilin, men síðani vórðu 10,5 milliónir krónur fluttar frá verkætlanini "Sandslíð" so tilsamans hevur Landsverk 19,5 milliónir at arbeiða fyri í ár. Hetta varð gjørt fyri at kunna arbeiða út í ár.
Men nú ætlar samgongan, at arbeiðið at bora tunnilin til Dals, skal gerast liðugt næsta ár, ella næsta heyst. Tískil verða 25 milliónir játtaðar til Dalstunnilin á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Tá ið tunnilin er boraður ígjøgnum, eru vegirnir, portalarnir eftir at gera, umframt at tunnilin skal tryggjast. Harumframt skulu ljós, trygdarútgerð, og tekniskar installatiónir annars, leggjast í tunnilin. Alt tað tekur tað mesta av einum ári afturat, men nú eru útlit fyri, at tunnilin kann takast í brúk í 2024.