Eru nú tailendskir ríkisborgarar

Tailendska stjórnin hevur veitt venjaranum og trimum av dreingjunum ríkisborgaraskap

Tailendska stjórnin hevur í dag veitt venjaranum og trimum av dreingjunum, ið vóru avskornir frá umheiminum í einari holu har í norðuri í landinum í yvir tvær vikur, ríkisborgaraskap. Tað skrivar BBC.


Tað hendir í kjalarvørrinum av, at tað gjørdist greitt, at fýra teirra, venjarin og tríggir av dreingjunum, hoyrdi til tey umleið 480.000 fólkini í landinum, ið onga ríkisborgaraskap hava. Trýst bleiv lagt á stjórnina, at veita teimum fýra ríkisborgaraskap og tykist tað at hava borið á mál, tó at myndugleikarnir upplýsa, at ríkisborgaraskapurin einki tilknýti hevur við hendingina.


Teir fýra hoyrdu til ein bólk av trettan dreingjum, ið spældu fótbólt saman á liðnum Wild Boars, men sum blivu fangaðir djúpt í einari holu, tá tað byrjaði at regna og vatnið fylti útgongdina.


Eitt stórt leitingararbeiði bleiv sett í verk, tá dreingirnar ikki komu heim. Fyrst níggju dagar seinni komu fyrstu kavararnir fram á dreingirnar og venjarar. Tað tók í alt seks dagar at bjarga øllum dreingjunum úr holini. Meðan allir dreingirnir yvirlivdu, doyði ein kavari í arbeiðinum at fáa dreingirnar út úr holuni.


Fleiri av teimum 480.000 fólkunum, ið onga ríkisborgaraskap hava í Tailand, hoyra til etniskar fólkabólkar, ið hava reikað runt á markinum millum Teiland, Myanmar, Laos og Kina í fleiri øldir, upplýsir BBC.